Danski forsætisráðharrin Mette Frederiksen (aftan fyri kvinnuna í reyðum kjóla) er í hesum døgum í Jerusalem. - Foto: Pool/Reuters

FAKTA: Holocaust var fólkamorð á seks milliónir jødar

Fleiri av heimsins leiðaruin eru í hesum døgum í Jerusalem at hátíðarhalda 75 ára dagin fyri, tá fólk í fangaleguni Auzchwitz vórðu fríað.

Danski forsætisráðharrin Mette Frederiksen (aftan fyri kvinnuna í reyðum kjóla) er í hesum døgum í Jerusalem. - Foto: Pool/Reuters

Fangalegan Auschwitz var í Póllandi undir seinna heimsbardaga.

Holocaust er heitið á skipaða fólkamorðinum hjá nazistunum á umleið seks milliónir jødar undir Seinna Heimsbardaga.

Orðið hevur grikskar røtur og merkir »brendt« ella »brunaoffur«.

Shoah – katastrofa – er nýtíðar jødisk-hebraisk lýsing fyri Holocaust.

Nazistarnir komu til valdið í Týsklandi í 1933. Og teir stjórnaðu landinum, til Týskland tapti Seinna Heimsbardaga í 1945.

Nazistýrið drap umleið seks milliónir jødar í Týsklandi og í teimum londum, Týskland hersetti undir krígvnum.

Nógvir av jødunum vórðu tvangsfluttir til fangalegurnar. Har vórðu tey dripin í gasskømrum ella máttu lúta fyri svongd og sjúku.

Ein av ringast gitnu deyðslegunum var Auschwitz-Birkenau í týskhersetta Póllandi. Har verður hildið, at 1,1 milliónir fólk vórðu dripin.

Keldur: Ritzau, Dansk Institut for Internationale Studier.

/ritzau/

Danski forsætisráðharrin Mette Frederiksen (aftan fyri kvinnuna í reyðum kjóla) er í hesum døgum í Jerusalem. - Foto: Pool/Reuters