Familjan og umsorganardagar

 

Tað er tíðliga á morgni, foreldrini gera seg klár at fara til arbeiðis, og børnini skulu í barnagarð. Vindurin hoyrist uttanifrá, og útvarpsmaðurin boðar frá upp í 30 m/sek. Børnini eru illa uppløgd og onkur sigur seg ikki tíma so væl í barnagarð í dag. Mamman og pápin føla sjálvandi við børnunum. Ein løta gongur, so letur í mammuni ”Vit taka okkum ein umsorganardag í dag. Mamma heldur frí, og vit fara at hugna okkum saman og baka bollar.”

 

Var hetta ein veruleiki? Nei, men tað kann tað blíva. Hyggja vit at londunum rundan um okkum, so síggja vit, at fleiri teirra longu eru væl frammanfyri okkum á hesum øki. Sjálvandi eiga vit at fylgja við.

 

Eg vil arbeiða fyri einari smidligari barsilsskipan og fáa innført umsorganardagar við endurgjaldi. Lagt verður upp til 50 umsorganardagar til og við barnið er 7 ár. Foreldur skulu fáa 25 dagar hvør, men møguleiki skal eisini verða fyri at kunna geva dagar millum sín ella til onnur avvarðandi.

 

Børnini eru okkara allar dýrabarastu skattar, og tey eru bara smábørn eina ferð í lívinum. Tí er av alstórum týdningi, at foreldur hava møguleikan til at vera um børnini og vera saman við teimum, tá tørvur er á tí.

 

Á henda hátt er samfelagið við til at skapa betri karmar til eitt gott og mennandi barnalív.

 

Kristina Roest, valevni Javnaðarflokkurin