Fara aftur til arbeiðis í Wuhan í Kina

Myndugleikarnir í Hubei í Kina taka nú stig til vanligan gerandisdag í miðdeplinum hjá coronavirusinum.

Starvsfólk í verjubúna desinfiserar neyðsjúkrahús í kinesiska stórbýnum Wuhan, har arbeiðið verður tikið uppaftur í týdningarmestu framleiðslunum. - Foto: China Daily/Reuters

Starvsfólk í verjubúna desinfiserar neyðsjúkrahús í kinesiska stórbýnum Wuhan, har arbeiðið verður tikið uppaftur í týdningarmestu framleiðslunum. - Foto: China Daily/Reuters

Arbeiðið verður tikið uppaftur í týdningarmestu ídnaðunum í kinesiska stórbýnum Wuhan, sum er miðdepilin fyri coronasmittuútbrotið. Tað upplýsa myndugleikarnir í Hubei.

Virki, sum standa fyri framleiðslu av neyðsynjarvørum hava fingið boð um, at tey kunnu taka framleiðsluna uppaftur.

Tað snýr seg um virki, sum framleiða til »altjóða ídnaðarketur«, sum tó skulu bíða eftir góðkenning.

Roknað verður við, at onnur virki taka uppaftur framleiðsluna eftir 20. mars.

Tað sama er galdandi aðra staðni í landinum, sum eru lýst sum hávandaøki uttan fyri Wuhan.

Í økjum, har vandin fyri coronavirus er lýstur um miðal ella lágur, er støðan við at gerast vanlig aftur hjá teimum allar flestur virkjunum.

Ferðafólkaflogfør, tok, bilar og býbussar í økjum við miðal ella lágum vanda, kunnu stigvist taka uppaftur virki sítt, upplýsa myndugleikarnir uttan at nevna ein neyvan tíðarkarm. Lættarnir á flutningsøkinum eru eisini galdandi fyri Hubei-landspartin uttan fyri Wuhan.

Myndugleikarnir siga, at teir fara at hava strangt eftirlit við ferðsluni til og úr Wuhan og Hubei.

/ritzau/AFP

 

 

 

 

 

Starvsfólk í verjubúna desinfiserar neyðsjúkrahús í kinesiska stórbýnum Wuhan, har arbeiðið verður tikið uppaftur í týdningarmestu framleiðslunum. - Foto: China Daily/Reuters