FAS-líknandi skipan til Atlantic Airways

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við fíggjarmálum kunnaði um, at ætlanin er at gera eina FAS líknandi skipan fyri Atlantic Airways

– Aðrastaðni fáa til dømis flogfeløg beinleiðis pengar frá statinum, men tað fara vit ikki at gera. Vit fara at hava eina FAS líknandi skipan. Starvsfólkið rindar skatt, og 35 prosent av lønunum verða endurgoldið. Hetta er galdandi fyri flogfólk, tað vil siga bara tey, sum flúgva. Hetta skal gera, at flogfeløg vera meir kappingarfør, sigur Jørgen Niclasen.

Hann vísir á, at við hesum verður flogvinnan javnsett við eitt nú ferðavinnuna á sjónum.

Hann vísir á, at tað fer at taka eitt sindur av tíð, áðrenn skipanirnar við hesum hjálparpakkanum kemur at koyra.

– Eg vil heita á fyritøkur um at hava tol, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við fíggjarmálum.

Landsstýrismaðurin vísir eisini á, at fyritøkur millum annað fáa hjálp, við at tollkreditturin verður útsettur. Tað, sum skal rindast 28. apríl, verður rindað 28. august.