Fastir Kim Jong-un sædd alment fyrstu ferð í seks ár

Fyri fyrstu ferð í seks ár hevur fyrr so máttuga fastirin hjá norðurkoreanska leiðaraum víst seg alment.

Miðlar í Norðurkorea hava í dag myndir av Kim Jong-un og konu hansara, Ri Sol-ju. Sambært miðlunum var 73 ára gamla fastirini eisini við. - Foto: Kcna/Reuters

Miðlar í Norðurkorea hava í dag myndir av Kim Jong-un og konu hansara, Ri Sol-ju. Sambært miðlunum var 73 ára gamla fastirini eisini við. - Foto: Kcna/Reuters

Í Norðurkorea hevur tann fyrr so máttuga fastirin hjá Kim Jong-un fyri fyrstu ferð víst seg alment, eftir at maður hennara fyri seks árum síðani varð avrættaður.

Fastirin, Kim Kyong-hui, er systir fyrrverandi koreanska leiðaran, Kim Jong-il og hevði stóran leiklut í landsins leiðslu tey fyrstu árini eftir at núverandi leiðarin tók við.

Statsligir miðlar í afturlætna landinum bóru í dag myndir av Kim Jong-un og kona hansara, Ri Sol-ju. Tað verður bara upplýst, at 73 ára gamla Kim Kyong-hui var í sama sali.

Myndirnar er tiknar til eina nýggjárskonsert í Pyongyang í gjár.-

Kim Kyong-hui er einka eftir Jang Song-thaek.

Jang varð avrættaður í desember í 2013. síðani er Kim Kyong-hui ikki sædd alment. Avrættingin førdi til gitingar um, at eisini kona hansara var offur fyri politiskari útreinsan.

Í mai í 2015 avvíst fregnartænastan í Suðurkorea eina CNN-frágreiðing um, at fastirin hjá Kim Jong-un var eitrað. Tvey ár frammanundan var ein suðurkoreansk fregnartænastufrágreiðing sum segði, at fastirin hjá Kim Jong-un var í viðgerð fyri diabetis nærindis Pyongyang.

Kim Jong-un krógva ikki sína vanvirðing fyri avrættaða manninum hjá fastrini.

– Vit tóku ein skjóta avgerð at beina burtur øll vituggi í flokkinum, segði hann og legði Jang Song-thaek undir at hava roynt at byggja upp ein sjálvstøðugan valdsbólk sum skuldi stríðast í móti stjórnini.

Fastirin er einasta systir hjá fyrrverandi leiðaranum í landinum, Kim Jong-il, og dóttir stovnaran av Norðurkorea, Kim Sung-il.

 

/ritzau/Reuters

 

 

Miðlar í Norðurkorea hava í dag myndir av Kim Jong-un og konu hansara, Ri Sol-ju. Sambært miðlunum var 73 ára gamla fastirini eisini við. - Foto: Kcna/Reuters