Feløg verða kallað til fundar

Í samband við  samráðingar um nýggja samgongu , fari eg at taka stig til, at nevndin fyri Landsfelag pensjonistanna, og onnur feløg verða kallað inn við byrjanini av samráðingunum. Hetta fyri at tryggja, at sjónarmið pensjonistanna verða løgd fram og at møguligar miskillingar fáast av vegnum. Hetta vil eisini tryggja, at tey lyfti, sum eru givin pensjonistunum undir valstríðnum koma til sín rætt og ikki hanga í leysari luft, næstu fýra árini.  Tað sama ger seg galdandi fyri aðrar samfelagsbólkar, ið eru umboðaði av øðrum feløgum.                                                                                                                                                                          

Tá skal tað standa sína roynd, hvørt lyftini bara vóru tóm ella givin í álvara.

 

Eiði, tann 30. august

Tordur J. Niclasen, listi H