Ferðafólk pissa á heimsarv í Bergen

Ferðafólk taka træpetti, skelti, togendar – og pissa á søguligar bygningar

Søguliga økið Bryggjan í norska býnum Bergen hevði í fjør slakar tvær milliónir vitjandi. Stórur partur av ferðafólkunum koma til býin við ferðamannaskipum. Nú leggur atburðurin hjá ferðafólkum stórt trýst á blíðskapin hjá fólkinum í Bergen. 


Bryggjan er eitt øki við træhúsum, sum felagsskapurin UNESCO í 1979 lýsti at vera heimsarvur. Bryggjan er livandi øki við handlum, kaffistovum, matstovum og annað.

Sambært Agathe Hoff, sum er arkitektur hjá Bryggen, pilka ferðafólk træpetti av teimum søguligu bygningunum, og nú kemur skjótt hol á ymsastaðni.

Agathe Hoff sigur við norske Dagbladet, at ferðafólk eisini taka aðrar lutir í økinum – skelti, togendar, múrsteinar og eisini mold. Og so pissa tey í stórum tali á søguligu bygningarnar.

Bara í juni mánaði í ár hevði Bryggen 450.000 vitjandi, og toilettumstøður eru als ikki til so mong vitjandi. Tí pissa nógv í smogum, um húsahornini og aðrastaðni.

– Tá ið eg síggi onkran pissa á Bryggen, sigi eg við tey, »veitst tú av, at tú oyðileggur heimsarvin«. Tá verða tey flóv, sigur Agathe Hoff við Dagbladet.

Aðrir býir kenna eisini til pissandi ferðafólk. Í Keypmannahavn doyði eitt 25 metrar høgt træ við Rundatorn av pissi.