Ferðamannaskip ikki longur vitja Cannes

Franski býurin Cannes hevur 4. størstu havn til ferðamannaskip í Frankaríki, men væntandi fer ikki longur at bera til hjá ferðamannaskipum at leggja at bryggju í Cannes.

Í Cannes hava tey í hyggju at setta bann fyri teimum skipum, ið dálka illa, fyri at bøta um luftgóðskuna í býnum. Serliga snýr tað seg um skip, ið hava yvir 0,1 prosent av sulfur í brennievninum.

Tað snýr seg ikki um at vera ímóti ferðamannaskipum, men at at vera ímóti dálking, sigur borgarstjórin David Lisnard.

Serfrøðingurin innan dálking, Axel Friedrich, sigur, at ferðamannaskip nýta brennievni, ið inni heldur 2000 ferðir meira sulfur, enn vanligt diesel.

 

(Savnsmynd: ferðamannaskip á Havnini fyrr í ár)