Ferðavinnan

Soleiðis eru mínir tankar um eina menningarætlan fyri ferðavinnuna, og hvussu loysnir kunnu finnast á teim avbjóðingum vinnan hevur við sær.

Um vit tóku 200 kr í umhvørvisgjaldi frá teim uml. 100.000 ferðafólkunum ið vitja her á landi í ár, og væntandi tey komandi árini, so komu 20 mio kr inn pr ár, og 100 mió eftir 5 árum.

Hesin peningur kundi farið til bæði menning og endugjald. Tey sum kundu fingið endurgjald eru: jarðareigarar fyri slit og órógv, bjargingarfeløg og bjarging sum heild, SSL fyri bygdaleiðir og oyggjasamband, hetta bert fyri at nevna nøkur fá.

Tá tað snýr seg um menning, so er tørvur á at menna nýggj øki, soleiðis at trýsti á Saksun, Gjógv, Gásadalur, Mykines og onnur øki minkar, tvs eina vælhugsaða marknaðarføring.

Rætturin til frítt at ganga í haga skal umfata føroyingar, og ferðafólk kunnu ferðast í haga við at gjalda hetta umhvørvisgjaldið, tó skal verða væl og virðiliga lýst allastaðni, hvussu tú ber teg at, tá gingið verður í føroysku náttúruni.

Ferðavinnugjald/umhvørvisgjald, kann td nýtast sum eitt endurgjald til hagapartar.

Tað eru 477 hagar í Føroyum, áleið 50% er ognarjørð og 50% landsjørð.

Áleið 1/5 av høvunum er undir rættiliga stórum trýstið frá ferðavinnuni, tvs eini 100 hagar. Um 10 mio vórðu settar av til hesar hagar um árið, so fekk hvør hagi 100.000 kr í part pr ár.

Ella man kundi býtt 10 mio til allir hagapartar, so at allir fingu líka, 21.000 í part

Eisini kundi verið gjørt so, at einstaklingar ella feløg kundi søkt um stuðul frá hesum peningi til ymsar verkætlanir innan ferðavinnu.

Ferðavinnan má eisini kasta nakað av sær í tí økinum har ferðafólkini koma.

Búskapurin í Føroyum hevur nú fingið tað triðja beinið at standa á. Hetta er tað sum vit í føroyum hava ynskt okkum, so vit kunnu minka um konjektursveiggini í búskapinum.

Ferðavinna kastar av sær áleið 700 mió kr til føroyska samfelagið, og hevur skapt áleið 700 arbeiðspláss.

Ídag veksur ferðavinnan við 10%, so um 10 ár verða áleið 200.000-250.000 ferðafólk.