Fíggjarligi styrkurin bjargar ongari fyritøku

- Sjálvsagt eru vit fegin um fíggjarliga stuðulin, men ein slík upphædd bjargar ongari fyritøku, sigur norskur kalvaalari.

Kalvaaling í Noregi. Mynd: Sterling White Halibut.

Kalvaaling í Noregi. Mynd: Sterling White Halibut.

 

Ein kalvaalari í Noregi, Sterling White Halibut, fekk stívliga 400.000 norskar krónur í kontantstuðli, nú korona-kreppan hevur rakt virksemið, men fyritøkan heldur ikki, at hesar krónurnar kunnu bjarga nakrari fyritøku yvirhøvur.

Felagið, sum hevur høvuðsskrivstovu í Hjelmeland í Ryfylke, sum tað verður rópt, søkti um stuðul eftir sonevndu endurgjaldsskipanini, sum er galdandi fyri hesa vinnu í Noregi, og neyva talið í norskum krónum, sum alifelagið fekk, var 418.916 krónur.

Endurgjaldsskipanin gevur fyritøkum, sum hava havt stórt fall í umsetninginum orsakað av korona-trupulleikanum, ein fíggjarligan styrk. - Málið er, at vinnulívið í størst møguligan mun skal sleppa undan húsagangi og koma skjótari í gongd aftur, tá kreppan er av, verður sagt um endamálið við skipanini.

Sterling White Halibut alir kalva í Hjelmeland í Rogalandi, og fyritkøkan hevur eisini klekarí í Rørvik, umframt vakstraralistøðir í Imsland og Helland. Gjaldið, sum felagið higartil hevur fingið, er fyri mars mánaða í ár.

Alifyritøkan hevði í mars mánaði í fjør ein umsetning á 9.787.310 norskar krónur, og í mars í ár fall sølan niður í 8.212.585 krónur. Kravið fyri at fáa pengar úr endurgjaldsskipanini er ein minking í umsetninginum á í minsta lagi 20 prosent samanborið við mars mánaða í fjør.

Felagið upplýsir eisini, at føstu mánaðarútreiðslurnar hjá felagnum eru á 899.534 krónur.

Umsitingarstjórin í Sterling White Halibut, Magne Torgersen, sigur við iLaks, at hann sjálvsagt er fegin um fíggjarliga stuðulin, sum felagið hevur fingið, men hann ásannar, at upphæddin svarar einans til 4-5 prosent av samlaðu rakstrarútreiðslunum, og soleiðis kann ein slík upphædd ikki bjarga nakrari fyritøku yvirhøvur.

Ein onnur fyritøka í Rogalandi, sum eisini hevur fingið endurgjald eftir galdandi skipan, er Imenco Havbruk, og her er fíggjarligi styrkurin fyri mars sambært iLaks 165.931 norskar krónur.

##med2##

Kalvaaling í Noregi. Mynd: Sterling White Halibut.

Umsitingarstjórin, Magne Torgersen. Mynd: Sterling White Halibut.