Fimm føroyskar fyritøkur stuðla korona – gransking

Tað er stórur áhugi fyri at granska í korona í Føroyum

Fyritøkur í Føroyum hava tikið væl ímóti áheitanini frá Granskingarráðnum at lata stuðul til korona gransking.

Tað sigur Granskingarráðið nú á miðdegi. Tey siga, at higartil hava fimm fyritøkur játtað stuðul til granskingina, sum Granskingarráðið stendur fyri, og tilsamans hava tær latið 1.980.000 krónur í stuðuli.

Stuðulin frá fyritøkunum skal leggjast afturat teirri milliónini, sum Granskingarnevndin hevur játtað úr Granskingargrunninum og Sjúkrakassagrunninum.

Tilsaman eru sostatt næstan tríggjar milliónir tøkar til ymsa gransking í sambandi við korona

Tær fyritøkur, sum hava stuðlað granskingini, eru Poul Michelsen samtakið, sum hevur latið 500.000 krónur. Somuleiðis hevur Bank Nordik latið eina millión, Tjaldur hevur latið 30.000 krónur, Articon hevur latið 250.000 krónur og Mest hevur latið 200.000 krónur.

Wilhelm E. Petersen, formaður í granskingarnevndini, sigur, at stuðulin frá vinnuni ger sera stóran mun í arbeiðinum at granska, og at fáa greiði á, hvussu korona ávirkar føroyingar, og hvørjar avleiðingar tað hevur fingið, og fær at fáa.

Hann sigur, at hetta gevur teimum munandi betri møguleika at stuðla nógv fleiri verkætlanum, enn tey annars høvdu kunnað.

Hann sigur eisini, at áhugin fyri at fara undir gransking á økinum, er stórur, tí tey hava longu fingið fleiri umsóknir.

Umsóknir verða viðgjørdar so hvørt so at farast kann í gongd beinanvegin og tær fyrstu umsókninar verða viðgjørdar í hesi vikuni. 

Granskingarráðið sigur, at nakrar fyritøkur afturat hava boðað frá, at tær umhugsa at stuðla, so tað kann henda, at upphæddin, sum verður til taks, verður enn størri.