Fiska frítt upp til 15 tons

Ja undarligt er. Sitandi samgonga letist ikki um vón, ímeðan útróðrarmenn noyðast at ganga fyri einki í bestu útróðarlíkindum.

Men tá tað galt týskararnar, sum høvdu fiskað ólóliga í áravís, tá var man skjótur at gera tað ólógliga lógligt.

At hugsa sær, at leggja útróðrarbátar, sum hava so stórar avmarkingar av veðri og vindi.

Hetta er heilt ótrúligt, nettup henda tíðin, sum møguligt er at rógva út.

Ætlar samgongan at fara út og biða hesar familjur, sum hetta rakar, at seta krossin fyri teimum nú tað stundar til val? Tað kann blíva vanskuligt.

Ja, Ólavsøkan er í hondum, tá høgt virda løgting kemur saman. Men góðu tit, hetta hevur ikki tíð at bíða. Kallið tingið saman beinanvegin og lóggevið, at bátar upp til 15 tons fiska frítt.

 

Við kvøðu

Gerhard Lognberg

valevni sambandsfloksins