Fiskiskapurin er einki at reypa av

Tað er framvegis smálligur upsafiskiskapur hjá partrolarunum, sum flestu koma inn at landa síðst í næstu viku.

 

Flestu partrolarapør eru til fiskiskap í løtuni, men fiskiskapurin er einki at reypa av.

Eitt par kemur møguliga inn at landa mánadagin, og hini pørini landa helst ikki fyrr enn síðst í vikuni sum kemur.

Ein djúpvatnstrolari er vestan fyri og fiskar kongafisk, og ein er sunnan fyri og fiskar djúphavsfisk. Væntandi koma báðir trolararnir inn at landa í næstu viku.

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at tríggir trolbátar eru á Skeivabanka og fiska havtasku. Ein landar mánadagin, og hinir landa helst miðskeiðis ella síðst í vikuni.

- Vit vænta, at onkur trolbátur aftrat fer út um vikuskiftið, verður lagt aftrat.

Tvey garnaskip fiska svartkalva og koma inn at landa síðst í næstu viku. Tey hava vánaligan fiskiskap.

- Eitt garnaskip fiskar havtasku og hevur brúkiligan fiskiskap. Skipið, sum fiskar havtasku, kemur inn at landa miðskeiðis í vikuni, verður lagt aftrat.