Fleiri børn sleppa ikki í skúla aftur í ár

Fleiri skúlaflokkar skulu sita heima til eftir summarferiuna, men nakrir flokkar byrja aftur í næstum

 

 

Nú tiltøkini, sum skulu forða fyri at smittan breiðir seg, verða linakð, verða tað eisini fleiri børn, sum eisini skulu aftur í skúla í næstum.

Men samstundis er tað ætlanin, at tað eisini vera fleiri flokkar, sum ikki skulu í skúla aftur í hesum skúlaárinum.

Nakað síðani fóru fyrsti, annar og triði flokkur aftur í skúla, men mánadagin 4 mai, fer eisini fjórði flokkur aftur í skúla og mánadagin 11. mai fer fimti flokkur somuleiðis aftur í skúla, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

Samstundis er ætlanin, at mánadagin 18. mai skal eisini níggjundi flokkur fara í skúla.

Mánadagin 18. mai fara eisini næmingarnir í fyrsta og øðrum stigi á miðnámi og næmingarnir á serbreytunum, fara eisini aftur í skúla 18. mai.  

Hinvegin liggur tað ikki í kortunum, at sætti, sjeyndi, áttandi, og tíggjundi flokkur í fólkaskúlanum, skulu aftur í skúla í hesum skúlaárinum yvirhøvur.

Men 4. mai letur eisini Rásin í Runavík, upp aftur.  

Men samstundis ger løgmaður greitt, at støðan kann broytast skjótt og tað er ikki óhugsandi, at støðan verður ein onnur, so hvørt sum mai mánaður líður, sigur løgmaður.