Fleiri fara at blíva smittað í Føroyum

– Tað er sera umráðandi at blíva við at fylgja tilmælunum, tí tað er ein týðandi fyritreyt fyri, at tit føroyingar enn hava success við tykkara strategi, sigur Anette Lykke Petri, virkandi landslækni

Virkandi landslækni, Anette Lykke Petri (Mynd: Ida Guldbæk Arentsen/Ritzau Scanpix)

Virkandi landslækni, Anette Lykke Petri (Mynd: Ida Guldbæk Arentsen/Ritzau Scanpix)

Vit kunnu rokna við, at væl fleiri koronatilburðir fara at blíva staðfestir í Føroyum komandi tíðina. Tað roknar virkandi landslækni, Anette Lykke Petri, við.

– Har fara at koma fleiri positivir tilburðir komandi tíðina. Okkurt fer at koma uttanlands frá, og so fer okkurt eisini at koma innanhýsis frá, serliga í sambandi við at mann nú letur samfelagið upp, sigur Anette Lykke Petri.

– Men tað avgerðandi er, at vit allatíð hava tamarhald á smittuketunum. Tað hava vit havt higartil, og tað skulu vit eisini gjarna hava í framtíðini, sigur hon.

Í morgun gjørdist greitt, at tveir nýggir koronatilburðir eru staðfestir í Føroyum seinasta samdøgrið. Persónarnir eru smittaðir uttanlands og hava verið í sóttarhaldi, síðan teir komu til Føroya, og teir hava verið í Føroyum í nakrar dagar nú.

Hesir báðir nýggju tilburðirnir broyta tó ikki støðuna í Føroyum viðvíkjandi korona, tí tamarhald er enn á støðuni, sigur virkandi landslæknin.

– Mann hevur enn avbyrgt smittuna í Føroyum. Vit hava enn ikki sæð innanhýsis smittu, sum vit ikki kunnu relatera til eina smittuketu, sum vit kenna frammanundan, sigur Anette Lykke Petri.

Anette Lykke Petri fer úr starvi sínum sum virkandi landslækni leygardagin, tá Lars Fodgaard Møller kemur aftur í starv sítt. Anette Lykke Petri heldur, at føroysku myndugleikarnir hava handfarið støðuna væl. 

– Í Føroyum hevur mann klárað seg óalmindiliga væl, og eg haldi, tit gera tað heilt ótrúliga gott. Mann hevur tikið serliga nógvar royndir í mun til onnur lond, sigur hon.

– Men mann skal gjarna framhaldandi hava tamarhald á teimum, sum blíva smittað. Tí er tað sera umráðandi, at hvørja ferð ein nýggjur tilburður kemur, so fylgir mann tilmælunum hjá myndugleikunum og fer í sóttarhald í 14 dagar. Um mann ikki fer tað, so kunnu vit ikki blíva við at hava tamarhald á støðuni, tá fleiri tilburðir koma, sigur hon.

– Tað er sera umráðandi at blíva við at fylgja tilmælunum, tí tað er ein týðandi fyritreyt fyri, at tit føroyingar enn hava success við tykkara strategi, sigur Anette Lykke Petri.

Virkandi landslækni, Anette Lykke Petri (Mynd: Ida Guldbæk Arentsen/Ritzau Scanpix)