Fleiri føroyingar kunnu hava korona – uttan at vita av tí

Nú verður farið undir at kanna, hvussu nógvir fólk í roynd og veru er smittað

Nú verður farið undir eina kanning í eini roynd at vita, hvussu nógvir føroyingar í roynd og veru hava havt korona.

Vit vita, hvussu nógvum føroyinum, smittan er staðfest hjá, men tað er ikki óhugsandi at fleiri føroyingar hava havt korona, uttan at vita av tí.

Í hesum døgum fara 1500 tilvildarligir føroyingar í øllum aldri sostatt at fáa bræv frá Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, har tey verða spurd, um tey vilja vera við í eini kanning, sum skal avdúka, hvussu støðan við korona í roynd og veru er.

– Nógv fólk eru kannað fyri korona í Føroyum og kanska er almenna talið, ið vísir, hvussu nógv hava verið smittað, eisini tað rætta talið.

– Vit hava tó illgruna um, at tað eru fólk, sum hava verið smittað, men sum ikki eru vorðin kannað, siga tey, sum standa fyri kanningini.

Hetta kann vera tí, at summi hava merkt so lítið til sjúkuna, at tey ikki fóru til lækna og vórðu kannað fyri korona. rðu

– Tey vita sostatt ikki av, at tey hava havt sjúkuna, men tað ber til at kanna í eini blóðroynd.

Endamálið er sostatt at fáa eina meting av, hvussu nógvir føroyingar í veruleikanum hava havt korona Og ætlanin er at gera kanningina í tveimum umføtum, fyrst nú og so aftur um nakrar mánaðir.

Í hesum sambandi fara tey kring alt landið at taka blóðroyndirnar fyri at gera tað lættari hjá teimum, sum eru við.

Kanningin er samstarv millum Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, Landssjúkrahúsið, Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, Fróðskaparsetur Føroya og Depilin fyri Heilsu- og Almannagransking.

Pál Weihe er kliniskur ábyrgdarhavari og hann hevur tikið stig til kanningina saman við Mariu Skaalum Petersen, granskara.

Onnur, sum taka lut í kanningini, eru Marin Strøm, lektari á Fróðskaparsetrinum, Bjarni á Steig og Shahin Gaini, yvirlæknar á Landssjúkrahúsinum, Lars Fodgaard Møller, landslækni, Debes H. Christiansen, deildarleiðari á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, Marnar F. Kristiansen, lækni og PhD lesandi á Fróðskaparsetrinum og Eina H. Eliasen, PhD lesandi á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu.