Fleiri hundrað fólk fara at missa arbeiðið

Størsta fyritøka í landinum innan ferðavinnu, kann fara av knóranum.

Avleiðingarnar av korona e so mikið stórt, at Gist & Vist ikki sjálvt megnar at standa ímóti hesum. og felagið má tí hava hjálp uttanífrá fyri at yvirliva.

Tað sigur Johannes Jensen, stjóri í Gist & Vist, nú Løgtingið seinni í dag fer at viðgera ein hjálparpakka til fyritøkur, sum eru komnar í neyð av korona.

– Vit hava hoyrt, at ein hjálparpakki til størri vinnufyritøkur kanska kemur seinni. Men vit halda ikki, at vit hava tíð at bíða, tí vit hava rætt og slætt brúk fyri hjálp nú, sigur hann í eini viðmerking til Løgtingið, áðrenn Løgtingið fer at taka støðu til hjálparpakkan.

Hann sigur, at umsetningurin er fallin úr 15 millliónum í miðal um mánaðin, niður í umleið 1,3 milliónir og tað er ein minking upp á yvir 90 prosent. Samstundis eru føstu útreiðslurnar at kalla óbroyttar, ella 3,5 milliónir krónur um mánaðin.

Hinvegin kann stuðulin úr nýggja hjálparpakkanum í mesta lagi vera 80.000 krónur um mánaðin til hvørja fyritøku.

Ein meting av gongdini fyri restina av árinum vísir, at Gist & Vist fer at hava eitt rakstrarundirskot upp á 18,8 milliónir í ár.

Stjórin sigur, at hóast Gist & Vist er væl fyri til at standa ímóti øllum vanligum sveiggjum í virkseminum, er kreppan, sum korona hevur elvt til, so álvarslig, at hetta klára tey ikki sjálvi, og felagið má tí hava hjálp uttanífrá fyri at yvirliva.

– Felagið hevur nevniliga ikki eitt nøktandi gjaldføri, ella rásarúm, at standa ímóti við, og somuleiðis hava fíggjarstovnarnir í stóran mun veitt alla ta fígging, sum er rímilig.

 – Fíggjarstovnarnir hava í sambandi við koronakreppuna longu játtað felagnum skáa fyri lánsgjøld, og higartil er einki, sum bendir á, at bankarnir fara at avmarka teir rakstrarkredittir, sum felagið hevur.

Og møguleikarnir fyri at fáa gjaldførislán við trygd frá danska vakstrargrunninum, verða kannaðir í løtuni.

– Men tað er sannlíkt, at felagið má hava meira hjálp enn tað, sum fíggjarstovnarnir kunnu væntast at veita, sigur stjórin.

Tí sær stjórin í Gist & Vist sær ikki aðrar møguleikar enn at heita á løgtingið um at laga hjálparpakkan soleiðis til, at hann eisini kann nýtast til teirra virksemi.

Hetta kann gerast við at seta í lógina, at hvør rakstrarstað sær, Áarstova, Etika, Tarv, kann søkja um stuðul.

Verður stuðul latin til hvørt rakstrarstað sær, verður mett, at hetta er nóg mikið til, at Gist & Vist kann koma ígjøgnum ringastu tíðina av koronakreppuni til síðst í juni, sigur Johannes Jensen.

– Eftir tað er mest sannlíkt eisini brúk fyri hjálp uttanífrá til Gist & Vist – men tað fer tíði at vísa, leggur hann afturat.

Hann sigur, at eydnast tað ikki at bjarga Gist & Vist, fær hetta stórar avleiðingar, tí fleiri hundrað starvsfólk missa sítt arbeiði, tí hjá Gist & Vist arbeiða nógv parttíð.

– Gist & Vist er eisini arbeiðsplássið hjá nógvum ungdómum, og eitt sermerki er, at meirilutin av starvsfólkunum eru kvinnur.

– Flutningsfyritøkur, fíggjarstovnar og aðrir veitarar Veitarar og fyritøkur í ferðavinnuni, verða eisini ávirkað.

– Sjálvandi fara hotell- og matstovuhølini at standa eftir, hóast Gist & Vist fer av knóranum. Men við okkara royndum vita vit, at tað ikki er lættari sagt enn gjørt at byrja av nýggjum, tí tað krevst sera nógv fígging til at byrja og reka eitt virksemi sum tað, Gist & Vist hevur bygt upp.

– Sum dømi kunnu vit nevna, at tað hevur tikið átta ár at menna Koks til tað, matstovan er nú við tveimum michelinstjørnum.

Og tað er eyðsæð, at KOKS ongantíð letur upp aftur, skuldi virksemið hildið uppat, sigur Johannes Jensen.