Fleiri páskastevnur á netinum

Páskirnar eru ein av størstu høgtíðunum hjá kristnum, og vanligt er eisini her í Føroyum, at fleiri túsund fólk savnast á páskastevnum kring landið. Nú ikki ber til at savnast, senda fleiri páskamøti á netinum.

Páskastevna verður millum annað send frá missiónshúsinum Tabor á Toftum

Páskastevna verður millum annað send frá missiónshúsinum Tabor á Toftum

Miðilin trubodin.fo hevur páskastevnu á netinum.

– Sent verður beinleiðis møti annaðhvørt úr KFUM & K í Klaksvík ella Tabor á Toftum. Men vit arbeiða eisini við onkrum óvæntaðum, so fylgið væl við á Trubodin.fo, skrivar Trubodin.fo

Byrjað varð longu í gjárkvøldið við bíbliutíma, sum Jógvan Højgaard hevði.
Í dag, skírishósdag klokkan 18, er beinleiðis møti úr KFUM & K í Klaksvík, har tað vera tveir vitnisburðar og ein sangframførsla.

Langafríggjadag klokkan 18 verður møti sent beinleiðis úr Tabor á Toftum, har Sverri Steinhólm talar.

Leygardagin klokkan 11 er næsti partur av ”Spyr um trúgv”. Evni er: Hvat er ein náðigáva?

Leygardagin klokkan 20 er beinleiðis møti úr KFUM & K í Klaksvík.

Páskadag klokkan 18 er beinleiðis møti úr Tabor, har Bergur Debes Joensen talar.

2. páskadag klokkan 18 er beinleiðis møti úr Tabor, har Krista Magnussen talar.

Fleiri sangframførslur vera eisini.

 

Oasan, Keldan og Solo Deo Gloria páskastevnu

Oasan, Keldan og Solo Deo Gloria hava eisini felags páskastevnu.

Í dag, skírisdag klokkan 11, varð byrjað við møti úr Soli Deo Gloria í Klaksvík, har Hallgerð Akurstein talaði.

Langafríggjadag, klokkan 11, verður møti úr Kelduni í Skálafirði, har Pauli Høj talar.

Leygarkvøldið, 11. apríl klokkan 21 er ungdómsmøti úr Oasuni í Havn, har Tom Jacobsen talar.

Páskadag klokkan 11, er møti úr Oasuni, har Jóhan Petur Johannesen.

Umframt talur verður góður sangur og tónleikur, skrivar Oasan.

 

Lindin sendir

Útvarpsstøðin Lindin hevur í fleiri ár sent frá páskamøtum kring landið, og tað fara teir eisini at gera í ár.

Lindin sendi frá fleiri av teimum møtum, ið eru nevnd frammanfyri, umframt frá einum møti og einum sunnudagsskúla úr Siloa í Fuglafirði.

Páskastevna verður millum annað send frá missiónshúsinum Tabor á Toftum