Flogskipari doyði tá flogfar datt niður í urtagarð í Svørík

Ein flogskipari var eftir øllum at døma einsamallur í einum propellflogfari, tá tað datt niður í ein urtagarð í Ronneby og eldur kom í.

Ein maður doyði, eftir at eitt minni flogfar datt niður í Ronneby í syðra parti av Svøríki seinnapartin.

Tað upplýsir talskvinna hjá svenska sjó- og flogbjargingarmiðstøðini fyri tíðindastovuni TT.

– Persónurin umborð er deyður. Bjargingartænastan og løgregla á staðnum arbeiða har, sigur talskvinna, Britt Samuelsen.

##med2##

Stutt áðrenn hevði miðlatalsmaður hjá løgregluni upplýst, at flogskiparin var einsamallur í flogfarinum.

Tað lítla propellflogfarið datt niður í ein urtagarð og eldur kom í, skriva fleiri svenskir miðlar.

Alarmsentralurin fekk boð um hendingina umleið klokkan 15:30, skrivar netblaðið Expressen.

##med3##

Flogfarið var horvið av radaranum, og kontroltornið royndi at kalla á flogskiparin, men fekk einki svar.

Flogskiparin var á veg at lenda í Kallinge flogvøllinum, tá vanlukkan hendi.

Sambært fyribils upplýsingunu hevur eingin á jørðini fingið skaða.

 

/ritzau/TT