Flogskiparin handan undrið á Hudsonánni

Chesley Sullenberger, flogskiparin sum lendi á Hudsonánni í New York, gjørdist heimsgitin, tá hann lendi flogfarið á búkinum á Hodsonánni í New York og bjargaði øllum umborð. Í dag fyllir hann 70 ár.

Øll tey 155 umborð komu frá flogvanlukkuni við lívinum, tá eitt flogfar hjá US Airways 15. januar í 2009 neyðlendi á Hudsonánni í New York. - Foto: Brendan Mcdermid/Reuters

Øll tey 155 umborð komu frá flogvanlukkuni við lívinum, tá eitt flogfar hjá US Airways 15. januar í 2009 neyðlendi á Hudsonánni í New York. - Foto: Brendan Mcdermid/Reuters

– Tað hendir bara ikki. Tað hendir ikki fyri meg.

Tað vóru fyrstu tankarnir, sum flugu gjøgnum høvdið á amerikanska flogskiparanum Chelsey »Sully« Sullenberger, tá Airbusflogfarið ein minutt og 20 sekund eftir fráferð úr LaGuardia-flogvøllinum rendi í ein flokk av kanadagæs oman fyri New York.

– Her er Cactus 1549. Hava rakt fuglar. Vit hava mist motormegina í báðum motorunum. Vit venda aftur móti LaGuardia, segði Sullenberger stutt eftir við eftirlitstornið.

– Tá klára vit ikki. Vit enda í Hudson, legði hann afturat.

Við báðum motorunum sløktum, sveimaði stóra ferðafólkaflogfarið – av sama slag sum Airbus flogførini hjá Atlantsflog, yvir George Washington-brúnna og lendi á búkinum á Hudson ánni.

Tann tá 57 ára gamli Chesley Sullenberger hevði gjørt tað, sum NTSB, amerikonsku flogferðslumyndugleikarnir, seinni søgdu vera »ta best eydnaðu lendingina á vatni í flogsøguni«.

Øll tey 155 fólkini umborð – 150 ferðafólk og 5 flogfólk – komu frá hendingini við lívinum og vórðu bjargað í skip, tey flestu av veingjunum av søkkandi US Airways-flogfarinum. Sullenberger varð bjargaður sum tann síðsti.

Flogvanlukkan, sum hendi 15 januar 2009, er síðani farin í søguna sum »undrið á Hudson«.

##med2##

Sullenberger, sum í dag fyllir 70 ár, hevði tá flogið í yvir 40 ár. Og hann visti skjótt, at hann fyri fyrstu ferð nakrantíð ikki fór at fáa flogfarið óskatt niðuraftur.

– Eg trúði ongantíð, at eg skuldi doyggja hendan dagin, segði hann fyri einum ári síðani við vinnublaðið Forbes.

Sullenberg fekk nærmast tunnilssjón og náddi hvørki at hugsa um familju sína ella annað enn at fáa flogfarið so trygd niður sum gjørligt. Hann fokuseraði á uppgávuna.

– Eg var vísur í, at vit skuldu loysa trupulleikan á onkran hátt. Ella loysa hann nóg mikið til at koma frá tí við lívinum, segði hann við Forbes.

Tá óhappið hendi, var Sullenberger eftir øllum at døma tann rætti maðurin við róðrið í stýrihúsinum hendan dagin.

Hann hevði í mong ár fingist við flogtrygd, verið við til at kanna aðrar flogvanlukkur og arbeitt við trygd bæði í flogvápninum, ferðafólkaflogførum og hjá rúmdarfelagsskapinum Nasa.

So hann hevði drúgvar royndir. Sullenberger kom longu sum ungur í flogvápnið, har hann fleyg stríðsflogfør, til hann í 1980 fór at flúgva við ferðafólkaflogførum.

Hann fór frá við eftirløn árið eftir lendingina á Hudson og fleyg seinasta ódramatiska flogtúrin úr Fort Lauderdale í Florida til Charlotte í North Carolina.

Síðani hevur hann skrivað eina bók um lív sítt og arbeitt í egnum trygdarráðgevingarfelag, Safety Reliability Methods, sum hann stovnaði í 2007, tvey ár fyri vanlukkuna í New York.

Hann hevur eisini hildið fyrilestrar um flogtrygd kring heimin og harumframt tosa um kreppustýring á World Economic Forum í Davos.

Ein av boðskapum hansara er, at trygd byrjar úr erva.

– Tað er líka satt innan heiligvág sum í flogferðslu. Tað kann altíð kókast niður til leiðslu, heldur hann.

Í 2016 var filmurin »Undrið á Hudsonánni« frumsýndur. Clint Eastwood leikstjórnaði og Tom Hanks hevði høvuðsleiklutin sum Sullenberger.

/ritzau/

Øll tey 155 umborð komu frá flogvanlukkuni við lívinum, tá eitt flogfar hjá US Airways 15. januar í 2009 neyðlendi á Hudsonánni í New York. - Foto: Brendan Mcdermid/Reuters

Chesley Sullenberger var flogskipari á flogfarinum, sum neyðlendi á Hudsonánni í New York í 2009. Í dag fyllir hann 70. - Foto: Darren Ornitz/Reuters