Flokkurin Fyri Fólkið

Eitthvørt vælferðarsamfelag er ein samanhangandi eind við nógvum ymiskum uppgávum og ymiskum postum.  Øll skullu hava góð og trygg kor at liva og virka undir. Brúk er fyri øllum, og vit kunnu ongan vera fyriuttan.  Ongin keta er sterkari enn veikasta liðið. 

Tað er ongin ivi um, at  týdningarmesta tilfeingi í einum landi, er fólkið, sum í landinum býr . Einstaklingarnir, familjurnar.   Tey eru kjarnin og eru við til at mynda landið.

Fólkaflokkurin setir fólkið fyrst og fremst. Fram um landskassan.    Vit ynskja eitt frælst fólk í einum frælsum landi og eitt trygt grundarlag at byggja okkara vælferð  á.

Grundsjónarmið okkara er  frælsar, sjálvbjargnar og sjálvberandi borgarar.  Øll skulu kunna liva av síni inntøku, uttan at verða noydd til at fáa  veitingar frá tí almenna. Tað vilja tó altíð verða nøkur, sum ikki megna hetta vegna ymsar orsøkir og hesum skulu vit sjálvsagt taka okkum av. Soleiðis megna vit eisini betri at veita fullgóða hjálp til hesi.

    

Alivinnan og fiskivinnan eru grundarlagið undir okkara vælferðarsamfelagi.

 

Tað er ongin ivi um,  at ali- og fiskivinnan eru okkara høvuðsvinnur.     Tær eru okkara grundarlag, lívæðr, lokomotivið, sum dregur  vognarnar. Tær hava eisini nógv avleitt virksemi við sær. Tað er tí alneyðugt, at hesar vinnur hava góð, støðug  og trygg kor at virka undir. Tær skulu hava ráð at endurnýggja og dagføra seg við nýggjastu amboðum, útgerð og tøkni.  Annars gerast vit eftirbátur.       

Fólkaflokkurin gleðist um øll okkara  dugnaligu vinnulívsfólk í øllum yrkisgreinum bæði á sjógvi og landi. Tey skapa virðir, arbeiðspláss, eru íverksetarar, íbirtarar og eru við til at gera køkuna størri. Tey eru gull verd.  Arbeiðsplássini á sjógvi og landi kring landi eru grundarlagið undir vælferðarsamfelagnum. 

Vit taka frástøðu frá misteinkiliggering av okkara vinnulívsfólki,  har reiðarar alment blíva úthongdir sum lygnarar.  

Stóri munurin á fólkaflokkinum og flokkunum  í sitandi samgongu er, at fólkaflokkurin vil hava  grundarlagið undir vælferðarsamfelagnum trygt og gott og at vinnan fær møguleikar at  tjena pengar.    

Socialistarnir hinvegin ganga  hægri uppí, hvussu landskassin kann  fáa sín stóra part, og hvussu peningurin  skal umfordeilast, áðrenn hann er komin í kassan. Vit kunnu kanska siga, at fólkaflokkurin er ein inniløguflokkur og at flokkarnir í samgonguni eru brúkaraflokkar ella umfordeilingsflokkar. Tí vilja teir brandskatta vinnuna, so hon bara so dánt yvirlivir.  

Við uppboðssøluni er farið at  skatta vinnuna, áðrenn hon fer til arbeiðis. Hvat høvdu hesi sagt, um tey skuldu rinda skatt áðrenn tey fóru til arbeiðis um morgunin ?  Úrslitið av socialismu er, at ongin verður ríkur, men øll verða líka og nøkur meir líka.    

Fólkaflokkurin ynskir, at landið skal minimera sína ávirkan á lívið hjá einstaklinginum. Blanda seg sum minst og  stýra sum minst. Eitt frælst fólk í frælsum landi. Okkara grundhugsjón byggir á álit á fólkinum og ikki misteinkiliggering.  

Ynskja vit eitt burðardygt  vælferðarsamfelag á tryggum vinnuligum grundarlagi, so er valið einfalt.

Veljið  fólkaflokkin.

X við Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.