FM1 fer at hava eina lætta sending uttan C..... mikudagin

Vertirnir, Petur Zachariassen og Eyðfinn Drewsen ætla at geva lurtarunum eitt andarúm frá tí sum øll tosa um í hesum døgum

Tann totalt C.....fría sendingin "VBS" verður á FM1 í morgin klokkan 10 til klokkan 15

Tann totalt C.....fría sendingin "VBS" verður á FM1 í morgin klokkan 10 til klokkan 15

Hvønn mikudag hava Petur Zachariassen og Eyðfinn Drewsen eina lætta og heldur spontana sending, ið teir sjálvspeiskir nevna "VBS", ið stendur fyri "Verðins Besta Sending".

Petur og Eyðfinn fara at senda í morgin frá klokkan 10 til klokkan 15, og tá ætla teir, at C..... skal ikki nevnast við einum orði, og lurtararnir skulu fáa eitt andarúm frá tí sum øll tosa um í hesum døgum.

Lurtararnir kring landið kunnu taka lut í sendingini við at senda sms-boð inn til nummar 559999. Lurtararnir eru hjartaliga vælkomnir at ynska sær eitt lag.

Lurtararnir fáa eisini høvið at verða við í kappingum um ymiskar vinningar.

Øll kunnu hoyra sendingina á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.

 

 

 

 

Tann totalt C.....fría sendingin "VBS" verður á FM1 í morgin klokkan 10 til klokkan 15