Føroya Bjór besta úrslit í 13 ár

5,4 milliónir krónur í avlopi. Tað vísir botnlinjan hjá Føroya Bjór í roknskapinum fyri 2018, sum júst er kunngjørdur á vinnuvitan.biz.

Faðir og dóttir stýra Føroya størsta bryggjaríi, Føroyar Bjór í Klaksvík: Annika Waag og Einar Waag

Faðir og dóttir stýra Føroya størsta bryggjaríi, Føroyar Bjór í Klaksvík: Annika Waag og Einar Waag

Bruttovinningurin vaks í fjør úr 20,7 milliónum krónum upp í 23,6 milliónir krónur. Starvsfólkakostnaðurin var í fjør 14,95 milliónir í mun til 13,5 milliónir krónur árið fyri.

Úrslitið áðrenn skat var 6,6 milliónir krónur. Felagði skal rinda 1.161.000 krónur í skatti, sum gevur eitt úrslit eftir skatt upp á 5,4 milliónir krónur.

Langfreistaða skuldin hjá Føroya Bjór var við árslok í fjør 7,7 milliónir krónur, og eginognin hjá felagnum er nú góðar 78 milliónir krónur.

Stjóri á Føroya Bjór er Einar Waag. Nevndarformaður er Rúni Heinesen. Nevndarlimir eru Annika Waag og Einar Waag.

Faðir og dóttir stýra Føroya størsta bryggjaríi, Føroyar Bjór í Klaksvík: Annika Waag og Einar Waag