Føroyar eru ikki ein fyritøka

Føroyar skulu ikki rekast sum ein fyritøka. Føroyar skulu rekast sum eitt samfelag. Bæði landskassin og fólkið skulu hava yvirskot

”Føroyar eru ikki ein fyritøka, og skulu ikki stýrast sum ein fyritøka”, segði ein skilagóða kona við meg nú ein dagin. Hon hevur púra rætt.

Føroyar eru eitt samfelag, og skulu rekast sum eitt samfelag.

Einasta endamál hjá eini fyritøku er at hava yvirskot í pengakassanum. Eitt samfelag hevur fleiri endamál.

Landið skal sjálvsagt hava yvirskot í pengakassanum, men fólkið má eisini hava yvirskot.

Fólk á arbeiðsmarkanðinum skulu hava yvirskot á bankakontuni, men tey skulu eisini hava privat yvirskot. Yvirskot at vera saman við børnunum, yvirskot at fara at vitja foreldrini, - ja yvirskot til bara at hava ein góðan og stuttligan gerðandisdag.

Tað skal loysa seg at arbeiða, sigur onkur flokkur. Ja, tað skal loysa seg at arbeiða,  men tað skal eisini loysa seg at liva, sigi eg.

 

So ja, Føroyar skulu rekast sum eitt samfelag, ikki sum ein fyritøka.

 

Beinta Løwe

valevni, Tjóðveldi, listi E