Føroyar skulu vekjast aftur – stig fyri stig 

– Fyrr ella seinni fáa vit ein nátúrligan trupulleika at halda fólki innandura, sigur landsstýrismaður

Nú verður ein ætlan løgd fyri at linka tiltøkini sum vórðu sett í verk ímóti korona – men tað er væl trúligt at trappan í Vágsbotni fer at standa manntóm í eina tíð afturat

Nú verður ein ætlan løgd fyri at linka tiltøkini sum vórðu sett í verk ímóti korona – men tað er væl trúligt at trappan í Vágsbotni fer at standa manntóm í eina tíð afturat

– Tað skal vera stig fyri stig og tað skal vera varisliga og trygt.

Jenis av Rana, landsstýrismaður, sigur, at hetta verður uppskriftin upp á, hvussu Føroyar verða lætnar upp aftur í sambandi koronakreppuna.  

So hvørt, koronakreppan dregur út, leggur tað eisini alsamt størri trýst á bæði fyritøkur, og vanlig fólk, sum hava mist ein stóran part av sínum frælsi.

Og tað eru eisini alamt fleiri og fleiri røddir, sum tala fyri at lata Føroyar upp aftur

Men á tíðindafundi um korona gjørdi Jenis av Rana, staðiliga greitt, at einki verður gjørt í óðum verkum.

Hann ásannar, at tað er ikki lætt at halda fram í hesi støðuni í longdini.

– At næmingar ikki sleppa í skúla og at frælsið hjá fólki at fara út fyri dyr, er skert, er ikki lætt hjá nógvum vaksnum at bera. Og tað er als ikki lætt hjá børnum sigur hann.

Hann sigur, at serliga ger hetta seg galdandi hjá teimum, sum hava ein serliga tørv, og sum kanska ikki skilja støðuna, og hvat tað er, sum hendur.

– Tað eru eisini tey børn, sum hava so góðar umstøður saman og har skúlin var eitt kærkomið høvi hjá teimum at sleppa heimaní frá, legði hann afturat.

– Fyrr ella seinni fáa vit tískil ein nátúrligan trupulleiki at halda fólki innandura, sigur Jenis av Rana.

Tí situr landsstýrið í hesum døgum og umrøður, hvussu Føroyar kunnu latast upp aftur – Serliga nú vit hava fingið gott tamarhald á koronasmittuni við tað, at tað eru so fá fólk, sum verða smittað.

Men Jenis av Rana leggur dent á, at samstundis sum samfelagið verður latið upp aftur, skulu teir veikur bólkarnir tryggjast ímóti smittu.

Tað eru tvey tiltøk, sum skulu ganga hond í hond, nevniliga at lata samfelagið upp aftur, og at verja fólk í vandabólkum.

Jenis av Rana er landsstýrismaður í undirvísingarmálum, og hann vísir eisini á, at tað eru eisini næmingar, sum eru í vandabólkum, tí immunverjan er veik, og sum tískil als ikki tola at fara í skúla aftur, uttan at hava eina serliga verju.

– Men tað verður einki gjørt, sum ikki er í fullum samráði við heilsumyndugleikarnar, og sum ikki er í samsvari við

læknafakligu tilmælini frá who, sum her heilsustovnurin hjá ST, sigur landsstýrismaðurin.

Tað merkir, at tá ið Føroyar verða lætnar upp afur, verður tað stig fyri stig, og tað verður varisliga – og tað verður á tryggum grundarlagi, sigur hann.

– Tey tiltøk, sum eru sett í verk, raka summi hart, men tað er ómetaliga hugaligt at síggja, hvussu væl øll hava tikið undir við tiltøkunum, eisini børn og foreldur, sigur landsstýrismaðurin.

– Eg havi sett mær fyri, at gera tað, sum kann gerast fyri at vekja Føroyar aftur. Men tað skal vera fult tamarhald á støðuni og tí tað skal tað latast upp aftur við varsemi.

Samstundis skulu tilmælini frá Who fylgjast um at alsamt at kanna fólk og at seta sjúk fólk í sóttarhald.

Hann sigur, at hetta er sum at ríða á eini knívsegg, tí lata vit ov tíðliga upp, kann smittan fara at breiða seg aftur, men lata vit ov seint upp, kunnu avleiðingarnar verða eisini verða álvarlsigar, bæði fíggjarliga og samfelagsliga.

– Tí mugu vit halda okkum strangt til tilmælini frá serfrøðingum hjá WHO, sum hevur bestu serfrøðina á økinum, sigur Jenis av Rana.

Tí er eingin dagur settur fyri, nær samfelagið verður latið upp aftur, og nær farið verður aftur í skúla.

Tað er ein spurningur, sum landsstýrið viðger í hesum døgum, saman við heilsumyndugleikunum.

Landsstýrið væntar tað verður nú fyri páskir, at ein ætlan fyri at lata Føroyar upp aftur, verður almannakunngjørd.

Men dentur verður lagdur á, at fyribils verður tað framvegis neyðugt at halda fast um tilmælini um at halda seg minst tveir metrar frá hvørjum, og um ikki at savnast í bólki.

Nú verður ein ætlan løgd fyri at linka tiltøkini sum vórðu sett í verk ímóti korona – men tað er væl trúligt at trappan í Vágsbotni fer at standa manntóm í eina tíð afturat