Føroyingar hava nógva list hangandi í heiminum

– Listin hevur eini serlig evni til at fanga sereyðkenni í eini tjóð, sum ikki minst er sjónligt her í Føroyum, sigur Karina Lykke Grand, nýggjur listasavnsstjóri.

Karina Lykke Grand, stjóri á Listasavni Føroya.

Karina Lykke Grand, stjóri á Listasavni Føroya.


Karina Lykke Grand, nýggjur stjóri á Listasavni Føroya, heldur, at Føroyar eru sermerktar, tí nógv list er í almenna rúminum. Harafturat hava føroyingar nógva list hangandi í heiminum í mun til hvat vanligt er í Evropa.

At nógv list sæst í samfelagnum hevur týdning, heldur Karina Lykke Grand.

– Listin hevur eini serlig evni til at fanga sereyðkenni í eini tjóð, sum ikki minst er sjónligt her í Føroyum, sigur nýggi listasavnsstjórin.

Listasavn Føroya sigur í tíðindaskrivi, at ætlanin komandi tíðina verður fyrst og fremst at styrkja savnið sum ein viðkomandi og sjónligan stovn, ið styrkir kunnleikan til føroyska list fyri eini breiðari fjøld.

Harumframt skal Listasavnið miðla, hvussu visuella listin gjøgnum tíðirnar hevur spælt ein stóran leiklut í menningini av føroyska samleikanum.

Nýggi listasavnsstjórin tók við hin 1. august, og í tí sambandi verður óhátíðarligt høvi at heilsa upp á nýggja stjóran.

Kaffiprát verður týsdagin og fríggjadagin millum klokkan 15 og 17, sigur Føroya Listasavn í tíðindaskrivi.

Karina Lykke Grand, stjóri á Listasavni Føroya.