Føroyska tjóðin er ikki fullborin uttan fullveldi

Men hvat er fullveldi?

Ífylgi sprotanum merkir fullveldi, at:

"(løgfr.) tað at hava fult ræði á viðurskiftum sínum, fullræði, sjálvræði, politiskt fullveldi; Ísland fekk fullveldi í 1918 [da. suverænitet]"

Eg vildi meint eitt sera ófarligt orð. Men óalmindeliga neyðugt, skulu vit fáa virðing sum tjóð ímillum tjóðir. 

Men hvussu er hetta orðið so blivið til tað trøll, ið so nógvir Føroyingar ræðast.

Nær gjørdist tað, at hava fult ræði á viðurskiftum sínum, nakað ræðuligt? nakað at skýggja?

Hetta orðið hevur einki við loysing at gera, meir enn tað, at fullveldi er besta fyritreytin áðrenn loysing.

Eg haldi, at allir politiskir flokkar áttu at kunna fylgst fram til og við Føroyskum fullveldi. Um tað so eftirfylgjandi bleiv loysing ella samríkja felagsskapur kundi man tikið til tað tíð.

Lat okum framyvir finna loysnir, heldur enn forðingar; og lat okum so, øll sum ein, fylgjast fram ímóti fullveldinum.

Tí ein tjóð er ikki fullborin uttan fullveldi.

Jenus í Trøðini, valevni fyri Tjóðveldi