Føroyskt til føroyingar

Tað er føroyska mentanin og málið, sum fyrst og fremst bindir okkum føroyingar saman. Høvdu vit í túsundatali staðið og sungið á Vaglinum, um vit sungu á donskum ella enskum á Ólavsøku?

Okkara mál er fyrst og fremst tað, sum skilir okkum frá øðrum og savnar okkum sum tjóð. Vit kenna tað øll, at tað er torført at skemta á einum øðrum máli, ella at siga júst tað, ein meinar við. Tað er tí, at í móðurmálinum liggja so nógvir ósagdir týdningar, sum eru tillærdir frá føðing. Børn eru serliga móttakilig fyri mállæru fyrstu árini. Tí skula børn hoyra og tosa nógv, fyri at ogna sær gott og ríkt mál tíðliga í lívinum.

 

Bæði fyri at varðveita felags andan tjóðskaparliga og geva øllum børnum besta førningin at hava eitt gott mál og lesiførleika, sum í dag er ein fortreyt fyri at hava javnbjóðis møguleikar í lívinum, má politiska skipanin raðfesta tilfar og málmenning hjá børnum.

 

Tilmælið frá serfrøðini er, at byrja har arbeiðið gevur størst avkast. Tað er við teimum heilt smáu børnunum og so víðka, so hvørt orka er til tað. Tí skula vit m.a. raðfesta appir til teldlar á føroyskum, barnabøkur, tónleik, filmar, barnatilfar í KVF og ljóðbøkur.

 

Hetta fari eg at arbeiða við, um mær verður víst tað álit leygardagin.

 

Bjørg Dam

Valevni Javnaðarfloksins