Sum ein nevndarlimur tók til: »Tað er alt annað enn spennandi at keypa hópin av føroyskum mati við meira til eina veitslu, tá ið hon dag frá degi verður avlýst«.
Føroyingafelagið á Fyn er eitt av feløgunum, ið hevur valt at taka korona í ramum álvara. Tey hava tikið stig til at avlýsa øll vár- og summartiltøk.
Í einum tíðindaskrivi boðar felagið frá, at eftir at myndugleikarnir hava longt um bannið viðvíkjandi smærri tiltøkum og líknandi til og við 10. mai, verða øll tiltøk felagsins avlýst.
Hetta ber í sær, at Føroyingafelagið avlýsir Flaggdagin 25. apríl, Føroyska skúlan 2. mai og Mammubólkin 9. mai - umframt føroyska dansin hjá Miðgarðsorminum 23. apríl og 7. mai.
Sleipnir Regtta 16. mai er somuleiðis avlýst. Harumframt verður heldur ongin Odense Havnekulturfestival í ár.
Tað er ikki bert føroyska felagið á Fjóni, ið avlýsir komandi tiltøk. Í Aalborg t.d. er støðan nærum hin sama. Her hevur nevndin í føroyingafelagnum Alaborg valt at avlýsa væl umtóktu ræstkjøtaveitsluna.
Í Esbjerg er støðan við at gerast hættislig. Av tí at Føroyingafelagið har hevur valt at avlýsa øll tiltøk, hevur tað onga inntøku í løtuni. Føstu útreiðslurnar, sum t.d. húsaleigan skal gjaldast hvønn mánað, og heitir nevndin sostatt á fólk um at tekna seg sum lim fyri á henda hátt at stuðla felagnum.