Føroyskur landbúnaður skal mennast

Vit mugu gerast sjálvbjargin við so nógvum matvørum, sum til ber. Tì skal føroyskur landbúnaður mennast.

 

Vit hava føroysk epli, røtur og annað. Men tað eigur at bera til at menna føroyska landbúnaðin, so vit gerast meira sjálvbjargin við matvørum.

 

Eitt er at áhugin fyri føroyskari matarframleiðslu er vaksandi í øðrum londum – eitt annað er at vit sum tjóð megna at brúka tað tilfeingið sum vit hava.

 

Føroyski landbúnaðurin er í harðari kapping við m.a. vørur úr ES. Men føroysku vørurnar hava betri góðsku, vit vita hvar tær eru framleiddar, og stutt er millum brúkaran og bóndan.

 

Tí mugu vit styrkja landbúnaðin, so vit fáa fleiri føroyskar vørur, fleiri arbeiðspláss og fleiri inntøkur.

 

Vit hava rávørurnar, vit hava fólkini, nú manglar bara, at vit eisini fáa politisku skipanina við.

 

Beinta Løwe

valevni, listi E.