Fólk í Nuuk hugsa ov lítið um korona

- Hendingar í Nuuk um vikuskiftið eru ein ábending um, at veitslur verða hildnar í býnum á sama hátt, sum fyri korona. - Eg vil mæla fólki til at hugsa seg um, sigur politimeistarin.

Politimeistarin í Grønandi, Bjørn Tegner Bay.

Politimeistarin í Grønandi, Bjørn Tegner Bay.

 

Landslæknin í Grønlandi, Henrik L. Hansen, sum sjálvur situr í sóttarhaldi, sigur í dag, at hetta hevur verið ein friðarligur dagur, tí tey í dag eingi úrslit hava fingið heim aftur úr Danmark í samband við tiknar korona-royndir í Grønlandi.

- Tað er heldur eingin í Grønlandi, sum er endaður á sjúkrahúsi orsakað av korona-smittu. Higartil hevur nógv fokus verið á gongdina í Nuuk, har nógv tær flestu royndirnar eisini eru tiknar. Men, vit hava eisini tikið nógvar royndir aðrastaðni.

Landslæknin upplýsti, at 34 royndir eru tiknar í Ilussat, 24 í Aassiaat og 22 í Sisimiut, men enn vanta royndir í Qaanaq og Tasiilaq. - Flogfarið, sum hevur verið útsett orsakað av kavastormi, er nú á veg til Danmarkar, so í morgin hava vit aftur nýggj úrslit, segði hann.

Politimeistarin í Grønandi, Bjørn Tegner Bay, sigur, at seinasta nátt í Nuuk var sum aðrar vikuskiftisnætur. - Vit hava havt nokk at gera, og vit eru fleiri ferðir boðsend í samband við húsaófrið, harav seks ferðir til húsaófrið í Nuuk. 

Bjørn Tegner Bay heldur, at hendingar í Nuuk eru ein ábending um, at veitslur verða hildnar í býnum á sama hátt, sum fyri korona. - Eg vil mæla fólki til at hugsa seg um, tí nært samband økir um smittuvandan, eins og bæði løgreglan og fólk í sjúkraflutningstænastuni verða sett í vanda, legði politimeistarin aftrat.

Tað eru nú tíggju fólk í Grønlandi, sum hava fingið staðfest korona-smittuna, covid-19. Av hesum eru tvey vorðin frísk aftur. 

Politimeistarin í Grønandi, Bjørn Tegner Bay.