Fólk mugu fáa mannarættindini aftur

Tað sigur forkvinnan í ráðnum fyri mannarættindum í Grønlandi, Sara Olsvig, nú grønlendska landstingið í morgin fer at viðgera skerpingar í samband við korona.

 

 

 

Í morgin - mikudagin - fer grønlendska landstingið at viðgera eitt uppskot, sum fer at avmarka rættindini hjá fólkinum í enn størri mun enn higartil. Forkvnnan fyri grønlendska ráðnum fyri mannarættindum, Sara Olsvig, minnir á, at lógin, sum verður til umrøðu, kann fara at vera í gildi heilt fram til endan av 2021.

Sara Olsvig heldur, at um henda lóg verður samtykt í grønlendska landstinginum, eigur hon at kunna avtakast aftur so skjótt, sum korona-kreppan er av. Hon vísir á, at við í lógini verður eitt nú tvingsilsviðgerð av fólki, forboð móti samkomum og steingjan av handlum. 

- Uppskotið skal viðgerðast í skundi mikudagin á serstøkum landstingsfundi, og her er talan um skerpað mannarættindi. Hetta eiga politikararnir at hava í huga, sigur forkvinnan í grønlendska ráðnum fyri mannarættindum við Sermitsiaq.

Hon vísir á, at hennara áheitan er, at politikarar hugsa seg væl um, tí her er talan um rættindi, sum borgarar vanliga hava og sum eingin undir vanligum umstøðum hevði pilkað við, sigur Sara Olsvig.

Sjálv sigur hon seg skija tørvin á einari slíkari lóg í samband við korona-kreppuna, men líka so týdningarmikið heldur hon tað vera, at politikarar fara at minnast til at geva borgarunum síni rættindi aftur.

- Tað týdningarmesta er, at politikararnir minnast til at seta lógina úr gildi aftur so skjótt, sum kreppan er av, sigur Sara Olsvig við Sermitsiaq, samstundis sum hon vísir á, at lógaruppskotið, sum landstingið fer at viðgera, líkist uppskotinum hjá donsku stjórnini.