Fólkaflokkurin vil hvørki hjálpa burturi ella heima

Tað sømir seg ikki kristnari tjóð ikki at vilja hjálpa fólki, sum verða pínd og myrd.

“Nei til flóttafólk” er herrópið hjá Fólkaflokkinum til fólkatingsvalið. Eitt herróp tikið úr leysari luft. Hevur einki við veruleikan ella við fólkatingsvalið at gera. Onkur fólkafloksmaður hevur helst hoyrt, at haturstala móti flóttafólki og fremmandum er gott valagn. Man Fólkaflokkurin leggja upp samstarv við  “Stram Kurs” á fólkatingi?  

Men hvat er tað so Fólkaflokkurin sigur? Skulu vit so heldur ikki hjálpa ella taka ímóti kristnum, sum verða forfylgd, pínd og myrd í nógvum londum kring heimin? Tey eru eisini flóttafólk.

Og er tað í samsvar við okkara kristna grundvøll bert at hyggja at, meðan kvinnur og børn eru fyri ræðuleikum? Eftir øllum at døma í samsvari við fatan Fólkafloksins.

 

Fólkaflokkurin vil ikki hjálpa í nærøkjunum

Haldi at hetta herróp Fólkafloksins til fólkatingsvalið er bæði ósømiligt og óvirðiligt.

Fólkaflokkurin vil “heldur” hjálpa flóttum á staðnum, siga tey. Men tað hevur Fólkaflokkurin prógvað aftur og aftur, at tað vilja tey heldur ikki. Tí tey vilja ikki játta pening til menningar- og neyðhjálp.

Sitandi samgonga hevur í 2019 játtað 9 milliónir til neyð- og menningarhjálp á fíggjarlógini. Tað er ein fleirfalding av tí neyðareggi, sum undanfarna samgonga játtaði.

Men Fólkaflokkurin bara snakkar.  

Fólkaflokkurin megnaði heldur ikki at yvirtaka útlendingamálið. Tað hevur sitandi samgonga gjørt. Nú skal ein greiður, avgjørdur, men eisini virðiligur útlendinga- og integratiónspolitikkur skipast.

Fyrisitingin av útlendingamálum eru yvirtikin, men flóttafólkamál eru ikki yvirtikin, flóttafólkamál vóru ikki partur av yvirtøkuni av útlendingamálinum.Tí hevur herrópið bert eittans endamál - at skapa ein púra ógrundaðan ótta í Føroyum.  

Eitt føroyskt fólkatingsumboð skal leggja orku í, at yvirtøkan av útlendingamálinum fer at ganga so smidliga sum møguligt og í tráð við avgerðir og vilja løgtingsins og landsstýrisins.

Helena Dam á Neystabø, valevni til fólkatingvalið fyri Javnaðarflokkin