Fólkaskúlin – nakrar avbjóðingar

Fólkaskúlin er ein av grundsúlunum undir samfelagnum.

Vit hava ein góðan fólkaskúla. Hóast so er, so mugu vit ásanna, at fólkaskúlin hevur nakrar avbjóðingar, men tær eru til at loysa.

Í hesi grein komi eg inn á trý øki í fólkaskúlanum, sum treingja til endurskoðan og broytingar.

 

Skúlaflokkurin

Í flestu skúlaflokkum í dag er næmingatalið rættiliga høgt eftir mínum tykki. Hetta er ikki eitt serføroyskt fyribrigdi og semja er ikki um, hvat tað mest hóskandi næmingatalið er fyri ein skúlaflokk. Nógvir flokkar í føroyska fólkaskúlanum hava uml. 25 næmingar, og tá er tað sera krevjandi hjá einum lærara at røkka hvørjum einstøkum næmingi, hvønn tíma. Hetta ger eisini, at lærarar stundum sita við tí kenslu og tí veruleika, at næmingar líkasum detta niðurímillum í undirvísingini.

Tað eru nokk fleiri máta at loysa hesa avbjóðing, men tað sum hevur allarstørsta týdning er, at næmingarnir fáa sum mest burturúr undirvísingin, og at trivnaðurin í flokkinum er góður. Eg síggi fyri mær, at eitt sum hevði hjálpt væl til í sambandi við hesa avbjóðing er, at skúlaleiðslurnar fáa størri frælsi enn tær hava í dag til at skipa flokkarnar, samstundis sum tvílæraraskipanin kundi verið útbygd. Uttan iva stendst meirkostnaður av hesum, men til ber at verkseta slíka skipan stigvíst yvir nøkur ár.

 

Serøkið

Øll hava rætt til fólkaskúlan, og tað merkir, at øll skulu fáa hóskandi avbjóðingar hvønn skúladag, og tað er gott. Samanlíkna vit okkum við grannalond okkara, so eru vit væl við, tá um inklusión ræður. Hyggja vit so eftir serøkinum, so verður umleið 25% av játtanini til fólkaskúlan brúkt á  serøkinum í dag.  Á hesum økinum verður nógv gott gjørt, men mín spurningur er, hvørt hendan játtan verður gagnnýtt best møguligt, og um hendan játtan er tann rætta. Sjálvur havi eg ein sterkan varhuga av, at serøkinum tørvar játtan. Er tað so, so má størri játtan til, og síðani vil eg   mæla til at lýsa og kanna alt serøkið út í æsir. Úrslitið av hesum arbeiðið eigur so at verða grundarlagið undir eini viðgerð, sum hevur til endamáls at fáa økið skipað á allarbesta hátt – næmingum, foreldrum og skúla at frama.

 

Starvsfólkið

Læraraførleikin er grundarsteinurin og hevur avgerandi týdning fyri at skapa ein góðan skúla. Læraraútbúgvingin má altíð hava ta dygd, sum krevst til at útbúgva góðar framtíðar lærarar. Ansast má altíð væl eftir starvsfólkum – bæði meiniga læraranum og leiðslu skúlans. Førleikamenning og eftirútbúgving eigur at verða sjálvsagdur partur av menning fólkaskúlans.

Seinnu árini er tann umsitingarligi parturin hjá lærarunum nógv øktur. Skrivi- og skrásetingararbeiðið tekur meiri og meiri tíð, og tað ber við sær, at minni tíð og orka verður til undirvísing. Hetta er við til at troytta lærarar og við til, at lærarar missa arbeiðsgleðina, og tað er álvarsamt, tí tá gongur tað út yvir innlæringina hjá næmingunum.

Minkað eigur at verða um tann umsitingarliga partin hjá lærarunum. Minni byrokrati, og tað vil geva meiri tíð og orku til undirvísing.

 

Magnus Rasmussen, løgtingsmaður og valevni fyri Sambandsflokkin