Ford er mest seldi bilur í ár

Bilasølan Wenzel hevur selt met nógvar bilar í ár av merkinum Ford. Við 358 seldum nýggjum Fordbilum er met sett við sølu av nýggjum bilum, tí tey seinastu 13 árini.

 

 

Sambært hagtølum hjá Akstovuni, sum eru fyri seinastu 13 árini, so eru ongatíð seldir so nógvir nýggir bilar av einum ávísum bilmerki.

Í fjør var Volkswagen mest seldi bilur við 355 nýggjum bilum. Í 2018 og í 2017 var tað eisini Volkswagen við ávikavist 348 og 328 nýggjum bilum. Í 2015 var Toyota mest seldi bilur við 315.

Næstur Ford er tað kappingarneytin Volkswagen, sum er á øðrum plássi við 310 bilum og Toyota er nummar trý við 263 nýggjum bilum.

Sum bilasøluár hilnaðist árið í ár eitt sindur verri enn í fjør. Framgondin, sum hevur verið seinastu árini er vend til afturgongd, við tað at tilsamans 6,8 prosent færri nýggj akfør eru seld í árinum. Uttan iva er koronustøðan ein orsøk. Men fyri taka vit bara seinasta mánaðin, so eru fleiri bilar seldir í desember í ár í mun til desember í 2019. 223 í mun til 181.

Her eru 10 tey mest seldu bilmerkini í ár.

Bilmerki

Akf.tal

FORD

358

VOLKSWAGEN

310

TOYOTA

263

RENAULT

211

KIA

186

VOLVO

143

MERCEDES-BENZ

142

BRENDERUP

121

NISSAN

110

CITROEN

98

Her er 10 tey mest seldu bilmerkini í desember í ár:

Bilmerki

Akf.tal

FORD

28

VOLKSWAGEN

25

MERCEDES-BENZ

14

RENAULT

13

VOLVO

13

CITROEN

11

TOYOTA

11

BRENDERUP

10

KIA

10

AUDI

Best seldi bilur seinastu fimm árini:

2019 Volkswagen 355 (Ford nr. 2, selt 324 bilar)

2018 Volkswagen 348 (Ford nr. 4, selt 242 bilar)

2017 Volkswagen 328 (Ford nr. 5, selt 188 bilar)

2016 Toyota 315 (Ford nr. 5, selt 217 bilar)

2015: Citroen 311 (Ford nr 4, selt 204 bilar)