Ford mest seldi bilur í januar

– og seldir verða alsamt fleiri bilar

Fyrsta mánaðin í ár vaks sølan av nýggjum akførum við góðum 20 pro­sentum.

Í janauarmánaði í ár vórðu skrásett 217 nýggj akfør. Tað eru 37 fleiri enn í fjør, tá skrásett vóru 180 ak­før í januarmánaði.

Árið 2019 var annars metár viðvíkjandi bilasølu, tí tá vóru á fyrsta sinni yvir 3.000 nýggj akfør seld í Føroyum.

 Tað av persónbilum fyllir sum vera man mest í hagtølunum frá Akstovuni. Í januarmánaði í ár vórðu seldir 161 nýggir persónbilar í mun til 128 sama mánað í fjør. Tað er ein vøkstur upp á góð 25 prosent.

Mest seldi bilur í januarmánaði og harvið í ár er Ford, sum hevur selt 41 bilar.

Næstur Ford er Volkswagen við 28. Volkswagen var mest seldi bilur í fjør, tá Volkswagen seldi 355 bilar.

Toyota er á triðja plássi við 28 bilum.

Soleiðis sær topp 10 listin út fyri januarmánað:

 

 

Bilmerki

Seld akfør

1. Ford

41

2. Volkswagen

28

3. Toyota

24

4. Kia

22

5. Renault

22

6. Volvo

11

7. Mercedes

9

8. Nissan

9

9. Mitsubishi

8

10. Audi

5