Foreldur í Klaksvík fáa pengarnar aftur

Foreldur í Klaksvík skulu ikki rinda fyri nakað, tey ikki fáa

Foreldur í Klaksvík, sum ikki brúka dagstovnarnar í hesum tíðum, skulu heldur ikki gjalda foreldragjald. Tað ger Klaksvíkar býráð nú greitt.

Jógvan Skorheim, borgarstjóri, sigur við heimasíðuna hjá býráðnum, at tað er ikki rætt at krevja foreldur eftir gjaldi fyri teir dagar, har barn teirra ikki er á stovni, tí orsøkin til at dagstovnarnir eru stongdir, er, at kommunan fylgir tilmælunum frá landsmyndugleikunum um at lata teir aftur fyri at forða fyri, at koronasmittan breiðir seg.

Hetta merkir sostatt, at í næstum fer kommunan at endurrinda foreldragjaldið fyri hetta tíðarskeið til øll foreldur, sum ikki hava brúkt tilboðið.

Í teimum førum, har foreldur hava gjørt brúk av ansing, verður endurrindanin lagað eftir hesum.

Enn er ikki greitt, hvussu leingi henda serliga støða fer at halda fram, men tá tað er greitt, verður gjørt upp, hvussu nógv kommunan skal endurrinda fyri hvørt einstakt barn vegna mista tænastu.

Fyribils verða stovnarnir stongdir til annan páskadag og tá taka myndugleikarnir støðu til um tey skulu halda fram, ella ikki.