Formaður Fólkafloksins á tingi: Landsstýrið má traðka í karakter

– Nú haldi eg, at landsstyrið má traðka í karakter. At stýra einum landi í kreppu við at »mæla til«, »tilmælum« og hugtøkum sum »sáttmála við fólkið« ber snøgt sagt ikki til.

Tað sigur formaður Fólkafloksins á tingi, Christian Andreasen.

Løgtingsmaðurin sigur, at landsstyrið má útvega sær neyðuga lógarheimild, sum gevur heimild fyri at seta avmarkingar fyri ferðafólk, sum ferðast úr útheiminum til Føroyar.

– Hettar er ein trupul uppgáva, men hon er neyðug. Um vit avbyrgja tey, sum koma til landið, kunna vit samstundis opna føroyska samfelagið aftur. Eg veit, at flestu fólk, sum koma til Føroyar vísa ábyrgd og akta boðini, men tíverri veit eg eisini um fólk, sum ikki yvirhalda »sjávbodna« sóttarhaldið, sigur Christian Andreasen á Facebokk-síðu síni í morgun.

Hann vísir á, at eingin keta er sterkari enn veikasta liðið.

– So leingi fyribyrjandi tiltøk ikki verða sett í verk, fáa vit ikki tamarhald á coronasmittuni. Ísland hevur tikið avgerð um at seta slík tiltøk í verk, og vit eiga at ganga somu leið. Eg sigi ikki, at vit skula samtykkja allan pakkan av herðingini av epidemilógini, men vit mugu hava rygg til at seta neyðg tiltøk í verk í hesum døgum, sigur formaður Fólkafloksins á tingi.