Forsætisráðharrin í Ukraina fer frá fyri forsetans skuld

Fyri at fáa allan iva burtur um álit á forsetin hevur forsætisráðharrin í Ukraina boðið sær til at fara frá, sigur hann.

Ukrainski forsætisráðharrin, Oleksij Hontjaruk, heur í morgun latið forsetanum eitt uppsagnarbræv.

Tað skrivar 35 ára gamli Hontjaruk á Facebook.

– Fyri at fáa allan iva burtur um okkara respekt  og álit á forsetan havi eg skrivað eitt uppsagnarbræv og latið forsetanum tað, skrivar hann.

Tað kemur ikki meira fram um, hví hann hevur tikið hesa avgerð.

Forsetin í Ukraina, Volodimir Zeklenskij, boðar frá, at hann umhugsar uppsøgnina. Tað upplýsir forsetaskrivstovan í Ukraina.

Hontjaruk var ókendur í politikki, tá hann sum advokatur varð útnevndur sum nýggjur forsætisráðharri í Ukraina í august í fjør.

/ritzau/