Fortíðin leggur honum fótonglar í USA

Norðmaðurin, Mikal Rønes, sum er stovnari og stjóri í American Aquafarm, ætlar sær at byggja eitt afturlatið alibrúk í USA, men fortíðin hjá honum sum kriminellur spælir honum nú eitt puss.

 

- Eg eri opin um mína fortíð, og eg taki fulla ábyrgd av tí, eg havi gjørt, sigur Mikal Rønes. Mynd: Privat

- Eg eri opin um mína fortíð, og eg taki fulla ábyrgd av tí, eg havi gjørt, sigur Mikal Rønes. Mynd: Privat

 

Mikael Rønes varð dømdur fyri fíggjarsvik í 2008, og sambært NRK ljóðaði dómurin, hann fekk, upp á fýra ára fongsulsrevsing. Umframt at vera stovnari av American Aquafarm, var hann eisini stovnari av Norcod, sum var skrásett á keypsskála. Nú er hann ikki longur partur av Norcod.

Sum stovnari av American Aquafarm, arbeiðir hann nú við at leggja lunnar undir eina afturlatna alistøð í amerikanska deilstatinum, Maine, og her skulu ætlandi framleiðast 30.000 tons av laksi um árið.

Men, nú verður norðmaðurin í USA kannaður fyri sína kriminellu fortíð. Tíðindasíðan Fox Bangor í Maine veit at siga, at bæði ríkismyndugleikar og lokalir myndugleikar nú kanna fyritøkuna hjá Mikael Rønes.

iLaks.no veit at siga, at Mikael Rønes í november í fjør fortaldi fyri heimasíðuni - Bangor Daily News - at hann hevur eina fortíð í Noregi, har hann er dømdur fyri fíggjarligan kriminalitet. 

Norðmaðurin fortaldi eisini, at hann hevur sitið í fongsli fyri tað, hann hevur gjørt. Mikael Rønes segði, at hann kom í løgfrøðisligar trupulleikar sum partabrævameklari fyri meira enn 10 árum síðan, har hann "gav nøkur lyfti, hann ikki megnaði at halda..."

- Eg eri ógvuliga opin um mína fortíð, og eg taki fulla ábyrgd av tí, eg havi gjørt. Øll mín skuld til samfelagið er afturgoldin.

iLaks veit frá keldum at siga, at ákæran ímóti Mikael Rønes á sinni snúði seg um svik móti fleiri íleggjarum fyri tilsamans 72,5 miljónir norskar krónur.

- Eg eri opin um mína fortíð, og eg taki fulla ábyrgd av tí, eg havi gjørt, sigur Mikal Rønes. Mynd: Privat