Frælsi til familjuna, barninum at gagni.

 

Tá barnsburðarfarloyvið er liðugt, munnu tað verða nógv foreldur, sum hava ynskt sær eina viku, ein mánaða ella nakrar mánaðir aftrat, heima við lítla alvanum. 

Hetta letur seg í allar flestu førum ikki gera – ikki tí at foreldur ikki vilja tað nóg mikið, men púra einfalt tí, at fíggjarliga ber tað ikki til hjá familjuni.

Serfrøðingar ið granska innan dagstovnaøkið vísa á, at børn ikki hava gott av at fara á stovn, fyrr enn tey eru um 3 ára aldur. 

Umframt hetta, rópa námsfrøðingar og stovnsleiðarar varskó – stovnunum vantar arbeiðsmegi, ov fáir útlærdir námsfrøðingar eru til taks, og fleiri teirra sum arbeiða á dagstovnaøkinum í løtuni, trívast ikki undir umstøðunum sum starvsfólk og børn hava at virka undir.

 

Loysnin er einføld – ein refunderingsskipan! 

Tað er at geva foreldrunum fíggjarligt ískoyti, soleiðis at familjurnar kunnu velja, hvat fyri familja tey vilja verða og hvat fyri uppvøkstur tey vilja geva sínum børnum – púra einfalt, frælsi at velja dagstovnar til ella frá og harvið skapa eitt umhvørvi og uppvøkstur fyri síni børn, sum tey meta tænir barninum og harvið familjuni best.

Gjald fyri at hava børn á stovni, er í flest øllum kommunum skipa soleiðis, at kommunan og foreldur gjalda hvør sín part. Um vit taka eitt dømi av Sandi, hvar eg í løtuni sum borgarstjóri varði av dagstovninum, letur kommunan dagstovninum 75.000 árliga fyri hvørt barnið. Um hesin peningur verður útgoldin kontant, til tann av foreldrunum, sum velur at arbeiða heima, er mikið møguligt, at frælsi at velja hvussu familjan skipar síni viðurskifti innanhýsis, gerst reellur og ikki bara teoretiskur. Er talan um 2 børn, er hetta samsvarandi eini góðari meðalinntøku. Harumframt sleppur familjan undan útreiðsluni av stovnsgjaldinum.

 

Legg til merkis at hetta er útreiðsluneutralt. 

Her er ongin eyka kostnaður, men bara talan um at løgtingið ella landsmyndugleikarnar, heimila kommununum at gera hetta til ein kærkomnan valmøguleika.

Verið eg valdur á Ting, fari eg at arbeiða fyri, at familjurnar sjálvar fáa frælsi at skipa síni egnu viðurskifti í fyrstu barnsins árum, eftir hesum leisti.

 

Brandur Sandoy, valevni Fólkafloksins