Framtiðin hjá Spies óviss eftir húsagangin hjá Thomas Cook

Flogfelagið Thomas Cook, sum í Danmark eigur Spies, er farið á húsagang, og tað ger framtíðina hjá Spies óvissa.

Vanliga lýsir Spies við frítíðum, sum tú ikki vilt heimaftur frá, men í dag er heldur talan um, at tú ikki sleppur heimaftur.

Móðurfelagið hjá Spies, Thomas Cook, er farið á húsagang, og tað merkir avlýstar flogferðir til og úr Danmark.

Fyri danska felagið Spies merkir húsagangurin eina óvisa framtíð, sigur samskiftisstjórin hjá Spies, Lisbeth Nedergaard.

– Vit eru hørm um støðuna, men vit hava bara vitað hetta í nakrar tímar.

– Nú noyðast vit at seta okkum niður og finna út av, hvørjar avleiðingarnar eru, og hvussu vit koma víðari, sigur hon.

Thomas Cook hevur í longri tíð havt fíggjarligar trupulleikar, og felagnum tørvaði 200 milliónir pund, sum er 1,4 milliardir krónur í okkara pengum, um raksturin skuldi halda fram.

Samráðingarnar millum leiðsluna og kreditorar felagsins og privatar íleggjarar endaðu tó í gjár úrslitaleysar.

Í Danmark vónaði Lisbeth Nedergaard annars til tað síðsta, at ein loysn fór at finnast.

– Til klokkan var trý korter til trý í nátt, trúði eg fult og fast uppá, at tað fór at eydnast, so raksturin kundi halda fram.

– Tað vóru so nógvar góðar kreftir, tað vóru so mong, sum fegin vildu, men kortini miseydnaðist tað. Hesum eru vit sera hørm um, tí hetta er so syrgiligt, sigur hon.

 

/ritzau/