Franskt bilasamtak leggur saman við Fiat Chrysler

PSA og Fiat Chrysler eru samd um, at feløgini skulu leggja saman sum eins stórir partar.

Franska bilasamtakið PSA, sum eigur merkini Opel, Peugeot og Citroën, og italsk-amerikanska Fiat Chrysler (FCA) eru samdir um eina samanleggingaravtalu, upplýsa partarnir.

Nevndirnar í teimum báðum feløgunum hava givið heimild til, at næstu vikurnar skulu nýtast til at fínpussa arbeiðið við at leggja saman tey bæði feløgini.

Partarnir eru samdir um, at teir leggja saman á jøvnum føti – 50/50.

– Tingingarnar hava skapt gróðrarbotn fyri einum nýggjum heimsumfatandi samtaki, sum partaeigararnir í PSA og FCA eiga 50 prosent í hvør, verður sagt í felags fráboðan.

Talan verður heimsins fjórðstørsta bilasamtak. Í Evropa er bara Volkswagen størri.

Samanlagda felagið verður skrásett í Hollandi og verður skrásett á virðisbrævamarknaðunum í París, New York og Milano.

Felagið skal hava høvuðssæti í Frnkaríki, Italia og USA.

 

/ritzau/dpa