Seinastu dagarnar hava tvey ísfiskalínuskip verið til fiskiskap, og skipini hava fingið mest av toski, hýsu, longu og brosmu.
Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at hesi bæði línuskipini koma inn at landa í vikuni.
Umframt ísfiskalínuskipini, eru eisini seks frystilínuskip til fiskiskap í íslendskum sjógvi í løtuni, og eitt frystilínuskip fiskar undir Føroyum.
- Streymurin verður harður fyrst í vikuni, men linkar, sum vikan gongur. Veðrið verður óstøðugt og neyvan besta útróðrarveður.
Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey ikki nógvan útróður í vikuni, tá bæði streymur og skiftandi eru ein avbjóðing í løtuni.