FSF: Allur fótbóltur í apríl verður avlýstur

Føroyska fótbóltskappingin byrjar í fyrsta lagi 1. mai

Fótbóltssamband Føroya boðar í morgun frá, at allir fótbóltsdystir í apríl eru avlýstir. Hetta er orsakað av støðuni við korona-sjúkuni.

Tað er kappingarnevndin hjá FSF, sum hevur viðgjørt støðuna, og hon hevur samtykt, at fótbóltskappingin byrjar í fyrsta lagi 1. mai.

Hetta er galdandi fyri allar deildir.

Harvið verður ivasamt, um eitt nú besta mansdeildin kann spæla eftir somu kappingarskipan við 27 dystum. Helst verður neyðugt at tillaga kappingina.

FSF sigur, at feløgini frætta aftur, tá ið nýtt tilmæli fyrileggur frá heilsumyndugleikunum við kunning um, nær tað er ráðiligt at byrja kappingarnar.