Fullkomið útgonguforboð í India

Sanjay Kanojia/AFP/Ritzau Scanpix

Sanjay Kanojia/AFP/Ritzau Scanpix

Koronasmittan hevur seinastu dagarnar gjørt um seg í India, og nú fáa allir 1,3 milliardir íbúgvarnir í India útgonguforboð.

Forsætisráðharrin í India, Narendra Modi, boðaði sambært BBC í dag frá, at tað verður fullkomið útgonguforboð í 21 dagar í einari roynd at basa smittuni, sum seinastu dagarnar hevur rakt 519 fólk í India. Í minsta lagi 10 fólk hava latið lív í India orsakað av smittuni.

Forsætisráðarrin boðaði á tíðindafundi frá, at landið verður so at siga afturlatið, og at megnaði India ikki hesar 21 dagarnar væl, so fór landið eftir hæli við 21 árum.

– Hetta er eitt útgonguforboð. Vit mugu gjalda búskaparliga kostnaðin, men hetta er ábyrgdin hjá okkum øllum, segði Narendra Modi.

Alt ikki-neyðugar tænastur, skúlar og annað verður afturlatið komandi tíðina, og bert sjúkrahús og aðrir heilsustovnar sleppa at hava opið.

India hevði frammanundan stongt fyri allari flogferðslu, umframt at tokferðslan hevði fyri tað mesta slept ferðafólkaflutningi.

Útgonguforboðið kemur í gildi um kl. 18:30 okkara tíð.

Sanjay Kanojia/AFP/Ritzau Scanpix