Fútin fegnast um atburðin hjá føroyingum

– Føroyingar hava dugað væl, sigur Michael Boolsen, fúti

 

 

Sum heild hava føroyingar dugað væl at halda tilmælini frá myndugleikunum í sambandi við korona.

Tað sigur Michael Boolsen, fúti, í eini fráboðan í morgun.

Her hugsar hann um tilmælini um, at vit skulu vera minst tveir metrar frá hvørjum øðrum og at vit í mesta lagi skulu vera 10 fólk saman í bólki.

Fólk hava dugað at hildið seg tveir metrar frá hvørjum øðrum og fólk hava heldur ikki verið meiri enn 10 fólk í bólki, sigur hann.

Men hann sigur, at talan er um tilmæli og verða tey ikki fylgd, kunnu mynduleikarnir, og eisini løgreglan, ikki annað enn royna at tosa við tey, sum ikki hava fylgt tilmælunum og at vegleiða tey.

– Í onkrum føri hevur løgreglan tosað við fólkt, tá ið tilmælini ikki hava verið fylgd, sigur hann

– Tá hevur verið talan um ungfólk, sum hava verið í veitslu, og har yvir tíggju fólk hava verið saman.

Tað er týdningarmikið, at vit standa saman um tilmælini. Tað er eisini týdningarmikið, at foreldur taka ta ábyrgd á seg at at laga atburðin hjá teimum ungu til so at tað verður til gagns fyri allar borgarar her á landi, sigur fútin.