Fýra lygnir í einari lýsing

Hvat sigur nýggi maðurin – Christian Andreasen – til at at vera partur av einum valstríði, sum byggir á ósannindi?

Sjúrður Skaale

Fólkaflokkurin hevur í desperatión júst lagt eina mynd út á netið, har sagt verður, at Javnaðarflokkurin stuðlaði boykottinum av Føroyum í sambandi við makrelstríðið.

##med2##

Hetta vísir enn einaferð, at floksins spunasmiður leggur vertin á, hvat er satt og hvat er lygn. Tað einasta sum fyri hann er avgerandi, er, hvussu tingini kunnu brúkast politiskt.

Danska stjórnin var undir stórum trýsti frá donsku vinnuni í makrelmálinum. Kravið var, at Danmark skuldi stuðla boykottinum. Men Javnaðarfloksins boð vóru, at atkvøddi stjórnin ikki ímóti, var okkara stuðul í Fólkatinginum burtur. Hetta er væl dokumenterað. Tað bleiv sagt á fundum, í tingsalinum og í pressuni. Stjórnin endaði eisini við at atkvøða ímóti.

Í øllum rokinum hendi einaferð, at stjórnin ikki gjørdi, sum vit kravdu. Og tá atkvøddu vit ímóti henni. Ta ferðina stemmaði Venstre við stjórnini – og bjargaði henni frá at koma í minniluta í teirri týdningarmiklu Europanevndini.

Vit høvdu alla tíðina regluligt samskifti við Fiskimálaráðið hjá Jacob Vestergaard og førdu fram teirra krøv og sjónarmið. Eg havi eisini fleiri ferðir róst Jacob (faktiskt seinast so seint sum í einum videobroti í morgun!) fyri at hava fokus á loysnina heldur enn konfliktina í tí málinum. Í bókini “Skerpikjøt”, sum kom út í vetur, rósi eg eisini Jacob. Tað vóru jú nøkur, sum høvdu størri politiskan áhuga í konfliktini enn í loysnini. Tey hoyrdi Fólkaflokkurin ikki til – og tey hoyrdi Javnaðarflokkurin sanniliga heldur ikki til.

Vit gjørdu alt vit kundu fyri at ávirka málið rættan veg. Mesta heiðurin av at alt endaði so væl átti Jacob – men vit stuðlaðu alt vit kundu, og í summum førum hevði okkara stuðul sera stóran týdning.

Videobrotið, sum eg leggi við her, er eitt av mongum dømum um, hvussu vit tá vardu føroysk áhugamál í donskum miðlum.

 
Russlandshandil
Ein annar pástandur frá Fólkaflokkinum er, at Javnaðarflokkurin hevur hótt samhandilin við Russland.
Hetta er eisini beint ímóti veruleikanum. Hetta málið hevur fylt sera nógv, og danska stjórnin hevur verið undir trýsti fyri at leggja seg út í søluna.

Men ALTÍÐ tá eg eri spurdur um tað, havi eg argumenterað fyri, hví tað er í lagi at vit selja til Russlands. Tað havi eg gjørt mótvegis ráðharrum, í donsku pressuni, í altjóða pressu – allastaðni!

(At eg – í debattini í Føroyum – fleiri ferðir havi kritiserað fyrrverandi løgmann fyri at sáa iva um okkara fasta, strategiska tilknýti til Vesturheimin og NATO er eitt heilt annað mál).

Undirgund
Spunasmiður Fólkafloksins vil í nýggju lýsingini enntá vera við, at Fólkaflokkurin á Fólkatingi fekk í lag, at undirgrundin bleiv yvirtikin.

Hetta er so gagg, at eg tími ikki ein gang at viðmerkja tað. Tann, sum vil kenna søguna um hetta, kann lesa bók mína “2000 – tá Føroyar skuldu loysa”.

Bankaavtala
Og so er tað bankaavtalan, sum Fólkaflokkurin nú vil hava, at teirra umboðan á Fólkatingi eigur allan heiðurin av.

Rætt skal vera rætt: Eisini í hesum føri EIGUR Fólkaflokkurin ein stóran heiður – tí tað var Anfinn Kallsberg, løgmaður, sum sera hegnisliga førdi samráðingar um hetta. Hetta greiði eg eisini frá í bókini “2000 – tá Føroyar skuldu loysa”. Og Anfinn fær tað rós, hann eigur.

Men Jóannes Eidesgaard var avgerandi atkvøðan hjá sosialdemokratisku donsku stjórnini. Og treytin fyri hansara stuðli var, at bankaavtalan bleiv nøktandi. Uttan hetta trýst hevði Anfinn IKKI kunna gjørt ta avtalu, hann gjørdi. Hetta hevur Mogens Lykketoft, sum samráddist Danmarkar vegna, síðani váttað fleiri ferðir.

Eisini Óli Breckmann læt Kallsberg brúka sína atkvøðu, tá hann samráddist. Men tað var ikki so avgerandi – ÓB var jú partur av andstøðuni, og tí legði hetta ikki sama trýst á.

Bankaavtalan var eitt mál, har øll skipanin í Føroyum stóð saman.

Hon var eitt perfekt dømi um, hvussu ein fólkatingslimur kann vera ein forlongdur armur hjá landsstýrinum, um partapolitiskt klandur verður lagt til viks til frama fyri eina størri sak.

 

Hvat sigur Andreasen?
Fólkaflokkurin roynir í hesum valstríðnum at “rebranda” seg sjálvan við einum kendum advokati í fremstu røð.

Fleiri hava hildið, at hetta fór at leggja teymar á floksins meira óstýriligu element. Tað sær ikki út til at vera hent.

Christian Andreasen er ein royndur maður. Hann veit, at tað, sum flokkurin nú varpar út, at ósatt. Men tað verður gjørt í hansara navni. Hann er jú valevni.

Hvat mann hann siga til tað?

Svarið upp á tann spurningin er nokkso avgerandi.

Tí tað fer at siga okkum, um flokkurin veruliga verður endurnýggjaður við honum – ella um hann bara ætlar at leggja sítt navn til ta, vit kenna alt ov væl frammanundan.
 
PS!
Eg veit longu, hvussu Hanus Samró fer at brúka hesa greinina. Hann fer at royna at spenna meg fyri Fólkafloksins kampagnuvogn og siga okkurt a la: “Sjúrður Skaale hálovar Vestergaard og Kallsberg”.

Aja. Gott er...

Deadline um makrelstríðið