Fýra skip farin á gulllaksaveiði

Sambært Fiskamarknaði Føroya eru tey fyrstu gulllaksaskipini longu farin til fiskiskap.

 

- Flestu partrolarapør eru til fiskiskap, men fiskiskapurin er smáligur. Skipini koma inn at landa, sum næsta vika gongur.

Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga, nú páskirnar eru í hondum. 

Hóast apríl júst eru byrjaður, eru sambært Fiskamarknaði Føroya tvey ísfiskapør longu farin á gulllaksaveiði.

Tveir djúpvatnstrolarar eru til fiskiskap í løtuni.

- Annar fiskar eftir kongafiski, og hin fiskar blálongu. Væntandi landa djúpvatnstrolararnir miðskeiðis í næstu viku.

Lagt verður aftrat, at fimm av teimum smáu trolbátunum eru til fiskiskap norðanfyri.