Fýra tilburðir aftrat í Føroyum

Aftur í morgun er fýra føroyingar, sum hava fingið staðfest koronasmittuna.

Tað uppplýsir landslæknin í morgun. Samanlagt eru sostatt 177 føroyingar, sum eru smittaðir, síðan smittan kom til Føroya.

Hetta byggir á í alt 4512 kanningarúrslit.

Samstundis eru 81 føroyingar vorðnir frískir eftir at hava fingið staðfest smittuna, og ein persónur er í løtuni innlagdur á sjúkrahúsin fyri koronasmittu.